Tveir føroyskir handilsskúlanæmingar skulu luttaka í finaluni í donsku Young Enterprice-kappingini við virki sínum Hósdagin komu tveir føroyingar, saman við tveimum dønum, víðari í donsku Young Enterprise finaluna, eftir at tey gjørdust nummar 2 í landslutinum Midtjylland. Vit kenna betur hesa kapping sum ?Ungt Virki? í Føroyum.
Tey bæði, Martin Andreas Kruse úr Havn og Anna Sofía Joensen úr Klaksvík ganga á HTX í Viborg.
Vøran, sum virkið teirra framleiddi og seldi, var ein herd glaspláta, sum børn kunnu mála, tekna og heingja modellervoks á. Ein kassi fylgir við, sum eisini er ein krakkur. Í kassanum eru smærri kassar, har til ber at goyma ymiskt, so sum máling, moddelervoks, penslar, litir og líknandi.
- Vit gjørdust nummar 2 av 45, út frá einari samlaðari meting. Bæði fígging, samrøða, val av litum og at vit hava roynt vøruna úti í veruliga lívinum, sigur Martin Andreas við Portalin.
Bólkurin við føroysku luttakarunum vann eisini heiðurin sum ?besti básur?. DM finalan verður í Keypamannahavn síðst í apríl.