Tey, sum hava verið á ferð í Onglandi, eiga fyrstu dagarnar, eftir at tey eru aftur komin, ikki at koma í sambandi við kleyvdjór, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan Í sambandi við at munn- og kleyvsótt er staðfest í Onglandi, eru tað nøkur viðurskifti, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil heita á føroyingar at verða varugar við:
Um man hevur verið í feriu í Onglandi og í tí sambandi hevur verið í sambandi við kleyvdjór, skal man als ikki koma í samband við kleyvdjór fyrstu 48 tímarnar eftir afturkomuna heim á klettarnar.
Tað er bannað at fóðra djór við matleivdum, tí slík fóðring kann verða orsøk til smittuspjaðing. Um ætlanin kortini er at fóðra djór, skulu matleivdirnar kókast væl og virðiliga.
Heilsufrøðiliga Starvsstovn minnir enn eina ferð á, at tað als ikki er loyvt at innflyta matvørur úr londum uttanfyri ES og til privata nýtslu í Føroyum.
Viðvíkjandi ferðamannaskipum, sum ofta leggja at bryggju í Føroyum, verður mint á, at matleivdir, sum koma í land frá skipunum, skulu verða væl innpakkaðar í plastikposar, og at tær skulu latast í burturkastbingju á havnaøkinum, sum einans eru ætlaðar ferðamannaskipinum. Tá skipið er farið, skal bingjan verða beind til brennistøð, har innihaldið skal veitast beinleiðis í brenniovnin hjá Tórshavnar kommunu ella IRF.
Munn- og kleyvsótt er sera smitsom djórasjúka, sum kleyvdjór gerast sjúk av. Mennisku verða ikki sjúk av hesari djórasjúkuni. Ein tann týdningarmesta keldan til smittu av djórum er tá djór verða fóðrað við matvørum og matleivdum.
Um fleiri spurningar eru um munn- og kleyvsótt, so ber til at seta seg í sambandi við Birnu Mørkøre djóralækna á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ella Peter Østergård, virkandi landsdjóralækna, 55 60 45, verður sagt á heimasíðuni hfs.fo.