Føroyingar eiga at fylgja við gongdini í Álandi

Føroyingar eiga ikki at skunda sær at taka nakra endaliga støðu í ES málinum, men heldur brúka tíð og fylgja væl við, hvussu tað gongur í Álandi, sigur álendski tingformaðurin, sum í vikuni hevur verið á vitjan hjá føroyska løgtingsformanninum

Álendingar ráða føroyingum til at taka tað róligt í samband við spurningin um limaskap í ES. Áland hevur eina seravtalu, sum álendski løgtingsformaðurin heldur, at føroyingar eiga at fylgja við, áðrenn nøkur endalig støða verður tikin her.
Føroyingar og álendingar hava byrjað eitt parlamentarisk samstarv, sum teir kundu hugsað sær at fingið íslendingar og grønlendingar uppí, sigur Viveka Eriksson, formaður í álendska Lagtinget.
Her sipar hon til, at eftir hennara tykki eiga oyggjasamfeløgini, sum eru við í Norðurlandasamstarvinum, at hava eitt sindur tættari samstarv sínámilum.

Lík og ólík
Samstarvið millum løgtingini bæði í Føroyum og Álandi skal geva pørtunum betri innlit í vinnulív og mentan hvør hjá øðrum.
Soleiðis hevur undan hesi vitjanini eisini føroyski løgtingsformaðurin verið á vitjan á Álandi, eins og mentanarnevndi hjá Løgtinginum eiisni hevur verið har á vitjan. Álendska mentanarnevndi kemur seinni til Føroya í somu ørindum.
Hóast nógv er at samstarva um, eru tað kortini tvey rættiliga ólík samfeløg vit tosa um, sigur Viveka Eriksson. Serliga tá hugsað verður um ta landafrøðiliga. Føroya liggja langt til havs, og Áland kroyst millum tvey stór lond.
Áland er partur av Finnlandi, sum aftur er limur í ES. Áland er eisini limur í ES, men hevur megnað at fingið nøkur heilt sertøk serrættindi, sigur álendski løgtingsformaðurin. Eitt er ES skattaskipanin, sum Áland ikki er partur av.
Sjóvinna er tann stóra inntøkan hjá Álandi. Har er íroknað ferðavinna í tann mun, ferðafólkini brúka stóru, álendsku, svensku og finsku ferjurnar.
Áland liggur á rutunum millum Finnland og Svøríki og eisini millum Tallin í Estlandi og Stockholm. Og av tí, at Áland ikki er við í skattaavtaluni hjá ES, sleppa fólk, sum ferðast við hesum skipunum enn sum áður at keypa tollfrítt umborð, um skipini bert leggja at í Álandi.
Tað eru tó ikki øll í Álandi, sum eru eins fegin um skattaavtaluna við ES, sigur løgtingsformaðurin. Tey, sum hava vinnuvirki á landi, halda, at hendan avtalan kann forða teimum í teirra útflutningsmøguleikum til ES lond, tí hesin útflutningur verður roknaður sum triðjalandshandil. Men fyribils tykist ferðavinnan kortini at hava munin tann rætta vegin, sigur hon.

Kenna orðaskiftið aftur
?Vit kenna politiska orðaskiftið í Føroyum aftur frá okkara egnum viðgerðum, sigur Viveka Eriksson, løgtingsformaður. Vit hava eisini hatta har við umframt at viðgera høgra og vinstra at kjakast um sjálvstýri ella samstarv við Finnland, sigur hon.
Eisini innanlandspolitikkurin líkist nógv, har tosað verður um mál sum viðvíkja býum og bygdum. Ella miðstaðarøki mótvegis útjaðara.
Tó eru mál, sum bróta av, sigur hon. Eitt er nú bústaðarrætturin heldur øðrvísi, enn vit kenna her hjá okkum. Tað er tann sonevndi »Hembygdsretten«.
Tað ber ikki til bara at koma til Álands og keypa sær jørð soleiðis uttan nakað. Tú skalt annaðhvørt vera barnføddur ella hava búð minst fimm ár í Álandi, áðrenn tú fært vinnuloyvi ella rætt at eiga jørð. Og ikki nyttar at gifta seg til slíkan rætt heldur, sigur hon. Tí hóast hjúnalag við inføddan álending er neyðugt at søkja um hendan rætt.