Føroyingar eiga avgerðarrættin

FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Tað er føroyska fólkið og bert tað føroyska fólkið, ið ger av, um Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum. Hetta slóð danski forsætisráðharrin enn einaferð fast eftir fundin í 21 mannanevndini í gjár

Føroysku fólkatingslimirnir,Óli Breckmann og Jóannes Eidesgaard, settu í gjár báðir danska forsætisráðharranum spurningin, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at hann ikki metir føroyingar at vera eitt »sjálvstøðugt fókarættarligt subjekt.

Hetta gjørdu teir á fundinum í serligu 21 mannanevndini hjá Fólkatinginum, sum fylgir samráðingunum.

Svarið, teir fingu frá forsætisráðharranum var greitt. Hann segði, at tað er tað føroyska fólkið, sum sjálvt ger sína lagnu av.

? Tað eru føroyingar og bert føroyingar, ið ger av, um Føroyar skulu verða verandi í ríkisfelagsskapinum ella ikki, segði danski forsætisráðharrin.

Hetta svarið eru báðir teir føroysku fólkatingslimirnir, sum eru eygleiðarar í 21 mannanevndini, nøgdir við.

Vit hava nú fingið staðfest, at tað eru føroyingar sjálvir, ið avgera sína lagnu. Hetta sigur seg sjálvt, og tað er júst tað, vit vildu hava at vita, sigur Óli Breckmann.

? At vera eitt »sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt« er nakað, man er, tá man er ein suverenur statur, gjørdi forsætisráðharrin greitt.

Hesum eru báðir teir føroysku fólkatingslimirnir samdir við honum í.