Føroyingar eiga nýtt hitt hjá Disneystjørnu

Disneystjørnan Stefanie Scott, sum eitt nú er kend úr røðini A.N.T. Farm a Disney Channel, hevur í dag útgivið eitt lag, sum teir báðir Bárður Háberg og Óli Jógvansson hava gjørt. Saman kalla teir seg Baroli Music, og seinastu árini hava teir skrivað og framleitt løg við altjóða gjøgnumbroti fyri eyga.´

Teir hava fleiri ferðir við sínum fangandi løgum gjørt vart við seg, tá poppstjørnur úr eitt nú Amerika, Japan, Italia og Kina hava valt at sungið sangir hjá Baroli Music. Nú gera teir enn einaferð vart við seg.

Lagið, sum Disneystjørnan Stefanie Scott syngur, eitur "FYI" og er komið út á iTunes í dag.

Stefanie hevur umleið 200.000 fylgjarar á Twitter, har hon í dag hevur kunngjørt nýggja lagið. Hetta kann hava stóran týdning fyri Baroli Music, og teir báðir havnarmenninir eru sum vera man fegnir um, at Disneystjørnan syngur eitt lag, sum teir hava gjørt.

- Alt er nærmast á gosi inni á Twitter i dag um hetta lagið hjá okkum, og tað er sjálvandi stuttligt fyri okkum. Tað eru bara sekund imillum hvørt Tweet, har folk í rættiliga jaligum vendingum úttala seg um lagið og eggja øðrum til at keypa, sigur Bárður Háberg.

Stefanine Scott hevur áður givið út løg, sum Baroli Music hava skrivað og framleitt. Seinasta vetur gav hon út sangin "The Girl I Used To Know".

Til ber at lesa tey rósandi orðini frá Stefenie Scott fjepparum á Twitter við at trýsta á niðanfyristandandi leinkju.

https://twitter.com/#!/search/realtime/stefaniescott1