Sigling
- Vit noyðast at laga okkum eftir veðurlíkindunum, og vit royna altíð at skipa so fyri, at siglingin tænir teimum ferðandi best. At ferðafólkini við Norrønu, sum var á Havnini stutt eftir midnátt í gjárkvøldið, ikki sluppu í land fyrr enn klokkan 06 í morgun, var ein heildarmeting, sum í fyrsta lagi bygdi á veðurlíkindini og tíðina á samdøgninum.
Tað sigur Jákup Sverri Kass, sølu-og marknaðarleiðari á Smyril Line.
Hann vísir á, at sambært ferðaætlanini skuldi Norrøna ikki vera á Havnini fyrr enn klokkan 06 í morgun, men orsakað av, at fráferðir úr ávikavist Hanstholm og Bergen vórðu framskundaðar, var skipið á Havnini stutt eftir midnátt.
- Sum heild eru føroyingar ógvuliga forstáiligir, tá vit noyðast at laga okkum til veðurlagið. Tað er altíð onkur, sum ikki er so væl nøgdur, men hinvegin eru tað mong, sum í slíkum føri eru fegin um at sleppa at sova náttina umborð og sleppa úthvíld í land til ásettu tíðina morgunin eftir.
Jákup Sverri sigur, at útlendingar ikki altíð eru eins forstáiligir og føroyingar, ið kenna til skiftandi veðurlag og neyðugar tillagingar, sum altíð eru til frama fyri ferðafólkini.
- Í slíkum føri vil Tollvaldið ikki, at bert ein partur av skipunum verður tollavgreiddur. Teir vilja, at alt fer fram í senn, og tí er tað í slíkum føri sum hesum einfaldast og lættast fyri allar partar at bíða við avgreiðsluni, sigur sølu-og marknaðarleiðarin á Smyril Line.