Ein arbeiðsbólkur undir Norðurlandaráðnum hevur latið úr hondum eitt álit um tað tey kalla ?forbrugerorganisering?.
Henda kanningin er gjørd í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, og ynskti at fáa fram í ljósið skipanina og reguleringina av brúkaraarbeiðinum í mun til støðuna í hinum norðurlondum.
Málið við ætlanini var at lýsa, hvussu ein kann fáa sum mest burtur úr við brúkarakunning og rættindum teirra við lítlari fíggjarligari orku, serliga tá talan er um viðurskiftini millum brúkarar og kappingarmyndugleikar.
Í hesum bólki sótu: Hans Pauli Strøm, sum umboðaði Brúkarasamtakið; Bo Vestergård fyri grønlendska brúkararáðIð og Jóhannes Gunnarsson, sum umboðaði sjálvbodna brúkarafelagið í Íslandi, Neytendasamtøknin. Turið Debes Hentze, løgfrøðingur savnaði tilfarið saman.
Langt millum londini
Viðurskiftini í Føroyum kunnu ikki beinleiðis samanberast við tey í Íslandi og Grønlandi.
Í mun til grannalond okkara í útnorðuri er Føroyar í eini heilt aðrari støðu, tá talan er um lóggávu fyri brúkararnar. Her finst hvørki kærunevnd, ein almennur brúkaramyndugleiki, eingin brúkaralóg, og eingin peningur er heldur játtaður til at stuðla teimum sjálvbodnu áhugafeløgunum á økinum.
Skal ein tí samanbera viðurskiftini, má tað meiri verða ein lýsing av hvør skipan, sum kann setast í verk her, út frá royndunum hjá hinum.
Áður fanst eitt felag fyri brúkarar, men hetta virksemið helt uppat tí játtan fekst ikki frá politiskari síðu, hvørki tá talan var um fígging og lóggávu. Og hetta hendi hóast felagið kundi vísa á ein áhuga millum fólk fyri tí.
Hetta er kortini ikki tað sama sum at føroyingar eru ótilvitaður brúkarar, sum lata alt um seg ganga. Her verður víst til nýggja felagið, sum ynskir at vísa á hetta misrøkta økið mótvegis politikkarunum. Frágreiðingin staðfestir tí eisini, at áhugin fyri brúkaramálum tykist næla millum føroyingar.
Royndirnar úr Grønlandi og Íslandi vísa týdningin av lóggávum á økinum, og her verður við spenningi sæð fram ímóti at Kappingarlógin skal setast í verk. Víst verður á, at í Íslandi hava tey serliga góðar royndir av eini lóg um marknaðarføring.