Føroyar er ikki eitt land, sum er »koyristólabrúkaravinarligt«, tað er synd at siga.
Men hóast tað, so kunnu ferðandi, sum sita í koyristóli fáa nakað burturúr at ferðast í Føroyum.
Fyri eini viku síðani komu Lis og Lauge Vestergaard til Føroya at vitja.
Tey høvdu verið so heppin at vinna eina ferð til Føroya í eini kapping, sum Radio Alfa í Randers skipaði fyri, saman við Djursland Turistforening, fyrr í ár.
? Kappingin var skipað soleiðis, at tá tú hoyrdi eitt flogfar í hátalaranum, so skuldi tú ringja inn til Radio Alfa. Frá teimum fingu vit eitt »boardingnummar«, sum vit skuldi latast í eina trumlu í bygningi teirra, sigur Lauge Vestergaard.
Drigið var um vinningin, sum var henda ferðin til Føroya, tann 20 apríl og tá vóru nógvir luttakarar.
? Ikki færri enn 1500 fólk høvdu latið boardingnummarið inn, men bert ein vinnari varð trektur og tað vóru vit, heldur Lauge fram.
? Og tað var eitt sindur heppið at vit vunnu. Tá vinnarin var drigin, varð hann uppringdur av Radio Alfa, men tók hann ikki telefonina, so var ringt til onkran annan. Vit høvdu skrivað fartelefonnummarið hjá Lauge á seðilin og lokalstøðin ringdi ímillum tvær sølusamrøður hjá honum, sigur Lis.
Lis situr í koyristóli
Lauge er 56 ára gamal og býr saman við konu síni Lis, sum er 53 ár íeinum lítlum býi, sum eitur Søften við Hinnerup, miðskeiðis millum Århus og Randers.
Stak vinarlig og fryntlig fólk, sum ikki kendu stórvegis til Føroyar áðrenn henda túrin.
? Eg kendi púrt einki til Føroya, sigur Lis, sum situr bundin til koyristól, tí hon hevur barnalammilsi.
Hon hevur verið merkt av sjúkuni síðan hon var hálvttriðja ára gomul, og hevur sitið í koyristóli seinastu fimm árini.
At hon er koyristólsbrúkari hevur gjørt ferðina eitt sindur truplari, men tó ikki stórvegis, sigur Lis Vestergaard.
? Vit ringdu til Djursland Turistforening og greiddu teimum frá, at eg brúki koyristól og teir hava verið so ótrúliga hjálpsamir, sigur hon.
? Teir syrgu fyri at Falck bóru meg upp í flogfari og at eg var hjálpt úr flogfarinum í Vágum. Haraftur hava tey syrgt fyri at vit kundu búgva á Hotel Hafnia í miðbýnum og tað er so høgligt sum tað kann verða, tá ein brúkar koyristól, sigur Lis Vestergaard.
Hon skundar sær at leggja afturat:
? Tey á hotellinum hava verið ótrúliga hjálpsom í allar mátar.
Vóru bangin fyri
at alt var av ongum
Hóast alt nú er væl fyrireika, so vóru hjúnini eina tíð bangin fyri, at alt fór at verða av ongum.
? Vit hoyrdu einki aftur í langa tíð, og tí avgjørdu vit at fara ein túr til Tjekkíi í tríggjar vikur í bili. Men so komu boðini, og so skuldu vit avstað, sigur Lis.
Av tí at hon er soleiðis fyri sum hon er, so var hon eitt lítið sindur »skeptisk« fyri túrinum, men tað var alt til onga nyttu.
? Her er heilt ótrúliga vakurt. Ætlanin var, at vit skuldu ferðast kring landið í bussi, men av tí eg sitið í koyristóli, so góvu tey okkum ein bil í fýra dagar, uttan eykakostnað fyri okkum, og tað haldi eg er fantasktiskt.
Hava sæð nógv
Av tí at tey hava havt bil í fýra dagar, so hevur ligið nokk so væl fyri hjá teimum at ferðast.
? Vit hava verið runt allastaðni í Eysturoynni og Streymoynni og hava sæð nógv. Vit kundu hugsað okkum at komið til Klaksvíkar, men tað ber ikki til undir hesum umstøðunum, siga tey bæði.
So tað má bíða til næstu ferð tey koma til Føroya, tí tað kundu tey hugsað sær.
? Jú, vit kundu fegin hugsað okkum at komi aftur. So vit vera noydd til at fara at spæla við aftur um Radio Alfa endurtekur spælið, leggur Lauge flennandi afturat.
Taka ikki hædd
fyri koyristólum
Tað hevur verið sagt og skrivað nógv um føroysku ferðavinnuna, bæði av góðum og minni góðum, men hvat siga tey bæði um føroysku ferðavinnuna og tænastustøði?
? Á hotellinum er tænastustøði sera høgt, og eg haldi at føroyingar eru sera vinarligir, men tað er trupult at ferðast í Føroyum tá ein situr í koyristóli.
Tey nevna dømi um at ætlar ein sær inn á eina kaffistovu, so eru aloftast trappur, men eingin rampi til koyristólar.
Eisini nevna tey toiletumstøðurnar. Á hvílistøðunum, sum eru ymsastaðni kring landið eru toilet, men í flestu støðum er ikki tikin hædd fyri koyristólum.
? Men tað sær tó út til at vera á veg, sigur Lis.
? Vit komu fram við tveimum toilettum, sum vóru gjørd til koyristólabrúkarar og tey eru nógv betri og rúmligari enn tey eru í Danmark, sigur hon og leggur afturat:
? Har hava danir nakað at læra av føroyingum og verður hetta standardurin, so sær gott út.
? Men slíkt tekur ofta langa tíð at útbyggja, tað er greitt, siga tey bæði.
Harumframt kundu tey hugsað sær at fleiri skiltir vóru sett upp í bygdunum, sum søgdu frá hvar handlarnir eru.
? Ein skal leita og hyggja væl á smáplássunum fyri at finna handlarnar, siga tey bæði, sum annars eru sera væl nøgd.
Avstað aftur í dag
Túrurin hjá teimum báðum hepnu dønunum endar í dag.
Tey fara avstað aftur til Tirstrup við flogfarinum hjá Atlantsflog og so er henda spennandi ferð at enda komin.
? Og hetta verður ein túrur, sum vit seint fara at gloyma, siga tey bæði.
? Veðrið hevur verið við okkum hesar dagarnar, og vit hava sæð hvussu vakrar oyggjarnar eru, sigur Lauge og leggur afturat, at tað eru nógv fólk í Danmark, sum kundu hugsa sær at sloppið til Føroya at hildið summarfrí.
Og tað er lítið at ivast í, at tann umtala, sum Føroyar og føroyingar fara at fáa frá teimum báðum, hon verður ikki negativ, men positiv við stórum bókstavum.
Sosialurin takkar Lis og Lauge fyri prátið og ynskir teimum eina góða ferð aftur til Danmarkar.