- Hugsið tykkum - Miðaldrandi politikarar, sum knappliga spæla ungir og smartir við totalt kisaðum valsangum!
Tær sjey dámurnar, sum mannað ólavsøkukabarettina, eru um at skrædna av látri, meðan dømini um kiksaðar føroyingar rapa úr teimum.
- Heilt erligt. Vit føroyingar gera also ótrúliga nógv tápuligt og láturligt, sum næstan biður um at koma við í eina kabarett, eru tær sjey púra samdar um. Nú kabarettdámurnar eru við at trimma seinastu sketjurnar, snýr kjakið seg mest um, hvat tilfar má lúta, tí pláss ikki verður fyri tí. Og avgjørt ikki, tí tað er ov pínligt, fúlt, frekt ella okkurt fjórða.
- Vit hava ongi mørk – yvirhøvur. Riggar tað á pallinum, kemur tað við, sigur ein av kabarettdámunum, meðan tær allar nikka avgjørdar
- Hinvegin kann tað væl hugsast, at vit fara um markið hjá onkrum av áskoðararnum ..., mutlar ein úr einum króki.
- Meinar tú, tá tú byrjar at lata teg úr klæðunum? So mugu vit bara beinanvegin ávara um, at sjálvt um vit eru sjey eiggilig sprund, kunnu vit vera bæði ljótar, ófantaligar og ordiliga ólekrar, ljóðar tað frá yngsta sprundinum.
Ikki konufólkahumor
Sjálvt um sprundini onki hava ímóti mannfólki sum so, er tað sera ivasamt, um tær høvdu lovað nøkrum mannfólki við í kabarettina í ár.
- Also, lat okkum siga, at um eitt mannfólk kom við einum absolutt genialum hugskoti, sum vit bara máttu hava klørnar í, so høvdu vit sjálvandi útnytta neyðardýrið. So kundi hann kanska sloppið at spælt skrivari og blivið spottaður, tí hann var einsamallur hani ... , grunar elsta sprundið.
At mannfólkini ikki rættiliga hóska inn, merkir ikki, at tað verður ein serligur konufólkahumor, sum kemur at seta dám á ólavsøkukabarettina.
- Er tað nakað, sum eitur konufólkahumor? Kanska vit eru eitt sindur meir sofistikeraðar og duga betri at flenna at okkum sjálvum. Vit fara í øllum førum ikki at skora bílig poeng uppá at mannfólk eru so og so. Tað er ov primitivt, ljóðar tað úr krókinum.
Skemt til skammar
Sjálvt um mannfólk, sum neyðarsliga kynið, eftir øllum at døma verða spard, er nokk at taka av. Valstríðið, tunlarumblið og rokið á einum ávísum sjúkrahúsi er bara nakað av tí, sum stendur fyri skoti.
Júst rokið á landssjúkrahúsinum hevur volt teimum sjey mikið høvuðbrýggj.
- Har hendir jú okkurt nýtt og uppaftur løgnari allatíðina, so tað, sum var stuttligt í gjár, er langt síðani yvirhálað av onkrum, sum er enn tápuligari. Vit klára næstan ikki at fylgja við longur, suffar ein av dámunum.
- Ella sum tá hasjhundurin knappliga gjørdi eitt ordans hál, beint sum við løgdu síðstu hond á eina sketj, um hasjhundin, sum ongantíð finnur nakað hasj. So er bara at herja á aftur, tí rættar kabarettdámur bakka ikki fyri nøkrum, sigur ein onnur, meðan hinar nikka samansvornar.