Føroyingar eru tey feitastu í Norðurlondum

Føroysk mannfólk eru tey feitastu í Norðurlondum og føroysk konufólk eru tey næstfeitastu.

Tað vísir eitt uppgerð við sjálvfráboðaðum BMI, sum er eitt fitimát, stendur í nýggjastu lýsingini hjá landslæknanum yvir heilsustøðu føroyinga.

Støðan er tann, at í 2009 var fitimátið fyri Føroyar hægst hjá monnum og næsthægst hjá kvinnum, tá ið borið verður saman við hini Norðurlondini.

Uppgerðin vísir, at í Føroyum hava 22% av mannfólkunum og 16% av konufólkunum yvir 15 ár, eitt BMI, sum er yvir 30 og sum er tekin um ovurfiti.

Fyri mannfólk er talið annars 12% í Danmark, 16% í Finnlandi, 12% í Svøríki, 19% í Íslandi og í Noregi var tað 11%.

Fyri konufólk er talið í Danmark 11%, í Finnland var tað 15%, í Svøríki var tað 12%, í Íslandi høvdu 21% av konufólkunum eitt BMI, sum var yvir 30 og í Noregi var tað 8%.

Her skal viðmerkjast, at tølini fyri Ísland er fyri 2007 og er fyri fólk ímillum 18 og 79 ár og tølini fyri Noreg er fyri 2008. Samstundis eru tølini fyri Noregi og Svøríki galdandi fyri fólk yvir 16 ár.

BMI stendur fyri “Body Mass Index”, og er eitt mát fyri hvussu nógv fiti er í kroppinum eftir hædd og vekt.

BMI-talið verður roknað soleiðis, at vektin í kilo verður býtt við hæddini í metrum í øðrum.

Vit kunnu taka eitt dømi er um eitt fólk, ið er 175 cm langt og vigar 60 kilo.

BMI verður roknað soleiðis: 1,75 x 1,75 = 3,0625. Siðani verður 60 býtt við 3,0625 og tað gevur 19,59, sum verður hækkað upp í 20, sum er BMI talið.

Er BMI lægri enn 18,5, ert tú ov rak, er tað yvir 25 vigar tú ov nógv og tann, sum hevur eitt BMI yvir 30, er feitur.

Sambært norðurlendskari heilsulýsing, er ovurfiti ein veksandi trupulleiki í Norðurlondum, men sum heild er støðan ringast í Føroyum og frægast í Noregi.