Føroyingar fáa cubanska vitjan

Cubanski ambassadørurin í Keypmannahavn vitjar komandi dagarnar í Føroyum

Yiliam Gómez Sardiñas, sum er cubanskur ambassadørur í Keypmannahavn, kemur á vitjan í Føroyum hósdagin og verður í landinum fram til leygardagin. 


Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu skrivar, at ambassadørurin Sardiñas hevur í eina tíð ynskt at vitja í Føroyum, og nú verður vitjanin veruleiki. Sardiñas vitjar í fleiri ráðum í høvuðsstaðnum, og hon ger eitt legg inn í Eysturoynna, har hon vitjar Runavíkar kommunu og fleiri virki í oynni.

- Tað hevur ikki verið nógv samskifti ímillum Føroyar og Cuba, men føroyingar hava roynt seg sum fiskaseljarar í Cuba og mong munnu hava hoyrt um Cuba-trolararnar, sum fingu eina drúgva søgu í ísfiskafiskiskapinum undir Føroyum. Kanska minnist onkur eisini, at cubanski togarin “José Martí” var móttøkuskip í makrelvertíðini tað eina árið, og at hann lá við bryggju í Runavík í nógvar vikur eftir at vertíðin var av, skrivar runavik.fo.


Yiliam Gómez Sardiñas er 44 ára goml og ættað úr Havana. Hon hevur hægri útbúgving innan búskaparfrøði við serligum denti á altjóða samstørv. Hon hevur eisini útbúgving innan biokemi. Hon hevur lagt afturat sínari útbúgving á lærdum háskúlum í Lissabon og New Delhi. Sardiñas hevur verið sendiharri í Keypmannahavn síðani í fjør. Hon er gift og eigur eina dóttir.

Sardiñas hevur fjølbroyttar starvsroyndir. Hon hevur arbeitt sum granskari í oljurannsóknum, hon hevur virkað sum ráðgevi og samskipari í politisku skipanini á Cuba, og hon hevur eisini umboðað Cuba í ST-stovninum UNESCO í Fraklandi.