Gleðin hjá Cristiano Ronaldo var ovurhonds stór, tá ið hann í gjárkvøldi vann sítt fyrsta meistaraheiti við Portugal. Fyri 12 árum síðani græt ein 19 ára gamal Ronaldo sorgartár, tá ið Portugal á heimavølli tapti EM-finaluna ímóti Grikkalandi, men í gjár var tað tann umvenda verð, tá ið ein 31 ára gamal Ronaldo græt gleðistár eftir finalusigurin ímóti fronsku vertstjóðini.
Mong vóru tey, ið vildu heiðra Ronaldo og heilsa upp á Ronaldo eftir søguliga sigurin, sum heimsstjørnan ikki var ein serliga stórur partur av, tí at hann tíðliga í dystinum fór út við skaða. Ein av hesum, ið vildu deila løtuna við Ronaldo, var fyrrverandi venjara hansara í Manchester United, Sir Alex Ferguson. Nógvar myndir eru komnar á netið av fyrrverandi samstarvsfeløgunum í United, sum hálsfevnast.
Sæð við føroyskum brillum er tað stuttligt, at ein nýggj mynd er komin undan kavi, har tveir føroyingar síggjast í bakgrundini, meðan Ronaldo og Ferguson stórfegnast. Føroyingarnir eru tey bæði umboðini úr FSF, sum vóru stødd á Stade de France í gjárkvøldi, Christian Andreasen, forseti, og Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF.
Samrøða er við Christian Andreasen í ítróttarsosialinum í dag, har hann greiðir frá finaluupplivingini í gjárkvøldi. Myndin, har Virgar Hvidbro og Christian Andreasen komu á, og myndin, sum Virgar Hvidbro tók, kunnu síggjast omanfyri.