Hátíðarhald var í í dag í sambandi við eitt listarverk, sum var handað sum gáva frá Ísafirði, Flateyri og Suðavík í Íslandi.
Hátíðarhaldið var í viðalundini við Frælsið, eisini kallað úti í Grið ella Prestlág.
Talan er um eitt listarverk, kallað "Tveir vitar", sum verður latið í takksemi fyri stuðul føroyinga í sambandi við stóru skalvalopini í Súðavik og á Flateyri í 1995.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Høgni Hoydal, varaløgmaður, hildu røðu, umframt at Havnar Hornorkestur eisini spældi.
Ísak Z. Laksáfoss tók myndir og video tá handanin fór fram.
---
Listarverkið "Tveir vitar" er úrslit av tað fyrraárið vóru 20 ár síðan stóru skalvalopini, og at eitt ynski í hesum sambandi var hjá íslendingum at koma til Føroya at takka føroyingum fyri stórfingnu gávuna. Í hesum sambandi varð avrátt at handa eina minnni standmynd, sum tey ynsktu skuldi standa í føroyska høvuðsstaðnum.
Flateyri er partur av Ísafjarðar kommunu, Ísafjarðarbær, meðan Súðavik er sjálvstøðug kommuna. Tær eru grannakommunur.
Tað er listarmaðurin Jón Sigurpálsson, sum hevur gjørt standmyndina "Tveir vitar". Hon verður sett upp í Viðarlundini við Frælsið - sum eisini verður kallað Prestlág.
Tað verður Gísli Halldór Halldórsson, borgarstjóri, ið fer at handa listarverkið og Annika Olsen, borgarstjóri, sum tekur ímóti.
---
Súðavík varð rakt av skalvalopi tíðliga á morgni 26. oktober 1995. Fleiri hús vórðu tikin av lopinum og 20 fólk umkomust, 10 menn, 6 kvinnur og 4 børn. 12 fingu skaða. Bert viku seinni varð avrátt at flyta bygdina. Føroyingar skipaðu stóra innsavning í hesum sambandi