Føroyingar framsýning í Danmark

Tríggir føroyingar fara at hava framsýning í Kolding í januar mánaði. Talan er um tey trý Marius Olsen, Eli Smith og Jóna Rasmussen. Marius og Eli fara at hava framsýningina saman í Det Gamle Borgerhus í Kolding. Ferniseringin til ta framsýningina verður leygardagin tann 15. januar frá klokkan 11 til 13. Marius sýnir fram grafiskar myndir, meðan Eli fæst við málningalist. Hendan framsýningin verður opin frá 16. ? 29. januar.
Framsýningin við Jónu Rasmussen verður á Kolding Uddannelses-center, har fernisering eisini verður mánadagin tann 17. januar klokkan 18. Jóna Rasmussen sýnir eins og Marius Olsen grafiska list fram. Hendan framsýningin verður opin frá 17. ? 28. januar.