Tey sum ganga inn fyri javnstøðu, fegnast helst um nýggju javnstøðukanningina, sum Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina og Demokratia. Tí, sum við so nógvum øðrum, má hugburðurin broytast áðrenn politiska skipanin fylgir við, og mangt bendir á, at hugburðurin mótvegis javnstøðu er sera positivur í hesum døgum, bæði millum kvinnur og menn.
Um mánaðarskiftið januar/februar rigndi Gallup Føroyar til 517 føroyingar eldri enn 15 ár, og spurdi ymiskar spurningar fryi Javnstøðunevndia og Demokratia, og samanumtikið vísir kanningin, at føroyingar sum heild eru sera positivir mótvegis javnstøðu.
Hetta er rættiligt áhugavert, tá hugsað verður um beiska orðaskiftið sum var, tá uppskotið um javnstøðulóg varð lagt fyri tingið, og til endans samtykt í 1994. So spurningurin er, um fólk sum heild eru vorðin meira sannførd um týdningin av javnstøðu, ella um tað bara er politiskt korrekt.
Skrivarin í Javnstøðunevndini, Bjørg Jacobsen, heldur hetta vera ikki sørt løgi, tá hugsað verður um, at vit samstundis hava heimsmet í lágari kvinnuumboðan politiskt.
- Okkurt kundi bent á, at politiska skipanin ikki avspeglar fólksins vilja á hesum økinum, sigur hon.
Neyðugt við lóggávu
Í spurnarkanningini verður spurt, um fólk halda tað vera neyðugt við eini javnstøðulóg, har 1 er óneyðugt og 10 er avgerandi neyðugt. Millum svarini liggja 73 prosent millum 5 og 10, meðan bert 16 prosent liggja svara millum 1 og 4. Av kvinnunum svara 26 % at tað er avgerandi neyðugt.
Eisini verður spurt um fólk halda menn vera betri stjórar enn kvinnur. Hesum eru 80 prosent ósamd í, meðan 9 prosent eru samd.
59 prosent siga, at allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu hava umleið eins nógvir limir av báðum kynum.
Barsil til bæði
Eitt áhugavert úrslit av kanningini er, at tilsamans 73 prosent av teimum spurdu siga, at kvinnur og menn eiga at hava sama rætt til útgjald frá Barsilsskipanini.
Harumframt siga tilsamans 60 prosent, at tey ynskja, at kvinnur fáa millum 41 og upp í meiri enn 52 vikur barnsburðafarloyvi.
- Kanska er hetta enn eitt tekin um, at politiski veruleikin ikki fylgir fólksins vilja, sigur Bjørg Jacobsen.
Annars vísir kanningin eisini, at ein stórur meiriluti tekur undir við at øll sum hava A inntøku gjalda inn í Barsilsskipanina. Har er talið 78 prosent tilsamans.
At samsvar ikki altíð er millum hugburð, veruleika og meiningar, sæst aftur í spurninginum, har spurt verður: Hvør heldur tú oftast er heima hjá sjúkum børnum? Har svara eini 73 prosent kvinnan, meðan 19 prosent siga eins nógvar kvinnur og menn.
Lógin og veruleikin
Kanningin vísir, at stórur partur av javnstøðulógini er ókendur og óbrúktur, samstundis sum rættilga stórur partur av teimum spurdu halda seg vita, at órættur verður framdur.
- Javnstøðulógin varð samtykt í 1994 og síðani tá er ikki nógv hent á hesum økinum, sigur Kári á Rógvu, formaður í Javnstøðunevndini. Kortini fegnast hann um, at hugburðurin til javnstøðu eftir øllum at døma er sera positivur.
- Men hatta samsvarar ikki serliga væl við tað, at nógv fólk siga seg vita um, at javnstøðulógin verður brotin, meðan nærum ongin kærir neyð sína til Javnstøðunevndina, tá tað hendir, sigur Kári á Rógvu. Tað undrar hann, at ein fimtingur av teimum spurdu siga seg vita um ójavnstøðu, meðan bert ein tjúgundapartur siga seg vita um fólk, sum gera nakað við tað.
- Hetta vísir kanska, at tað sosialt verður góðtikið, at arbeiðsgevarar og onnur bróta javnstøðulógina, og at tað ikki verður sosialt góðtikið, at gera nakað við órættin. Hetta er rættiliga løgið, tá hugsað verður um, at vit vanliga siga, at í smáum samfeløgum fer ein sosial justits fram, sum forðar lógarbrotum, sigur hann. Og hann vísir á, at føroyska lógin leggur upp til fíggjarligt endurgjald til fólk, sum eru fyri órætti vegna kyn.
- Kanningin vísir, at stórur partur av javnstøðulógini er ókendur og óbrúktur, samstundis sum rættilga stórur partur av teimum spurdu halda seg vita, at órættur verður framdur. Og
Kenna til órættin
Kári á Rógvu vísir á svarini, sum vísa, at fólk halda at lógin verður brotin. 19 prosent kenna dømi um, at kvinnur og menn ikki fáa somu løn fyri sama arbeiði. 20 prosent kenna til dømi um, at kvinnur og menn ikki fáa somu sømdir á arbeiðsplássinum.
22 prosent kenna dømi um, at kvinna ikki hevur fingið ávíst starv, tí hon hevur verið í barnsburðaraldri.19 prosent kenna dømi um, at arbeiðsgevari hevur valt starvsfólk framum annað vegna kyn. 59 prosent halda ikki at javnstøðulógin verður hildin.
- Alt hetta, samstundis sum at bert 4 prosent av fjøldini á arbeiðsmarknaðinum kenna dømi um, at mál eru klagað til Javnstøðunevndina, sigur formaðurin, sum vónar, at nevndin skjótt fer at fáa nøkur ítøkilig dømi at arbeiða við, so nøkur fordømi vera.