Fyri umleið 30 árum síðani kom ein stórur sildafloti dagliga til Hirtshals, fullfermdir við sild og makreli. Tann størra helvtin vóru skip úr Íslandi, men eisini vóru nógv skip úr Føroyum. Sjálvur var eg ein av teimum mongu føroyingum sum sigldi her í Hirtshals.
Eitt kvøldið vit lossaðu, stóð eg við spælið, eg stóð vælklæddur í úlpu, og veðrið var av tí ringasta. Nú síggi eg, at eitt skip leggur til kai, og menninir umborð á hesum skipi gera seg til reiðar at fara í land at hugna sær. Tá kallaði Harrin á meg og segði: Hevði onkur verið á keiini og tikið ímóti teimum, so hevði morgindagurin helst sæð betur út.
Morgunin eftir fari eg inn á Cosmos Trawl, vildi treffa stjóran. Eg fortaldi honum mín vitnisburð, fortaldi honum at eg var ein persónliga trúgvandi maður, og at eg hevði andaktir umborð á skipunum eg sigldi við. – Síðani spurdi eg hann um møguleiki var fyri at leiga matarhøllina á Cosmos Trawl til at samla føroyingar og hava møtir fyri teimum. Hann hugdi spyrjandi upp á meg og svaraði við hesum orðum: Matarhøllina fáa tit fyri einki, og eru tit tystir - setið kaffimaskinina frá. Eftir hetta fór eg glaður umborð aftur. Møtini á Cosmos Trawl byrjaðu 18. juni 1982, ein stór løta har 78 sjómenn og ferðandi samlaðust um Guds orð. Hesar løtur hava hildið áfram á hvørjum ári síðani tá, og í ár byrja tær 1. juli kl.19.30. Tó hava vit haft nøkur møtir í landi, tá vit hava verið inni í Hirthals, har ímillum hjá Mette og Kára Holm.
Møtini, sum verða hildin á nótaverkstaðinum í Cosmos Trawl, Østhavnen, Hirthals, verða hesi fimm hóskvøldini í juli og august: 1.juli, 15. juli, 29. juli, 5. august og 12.august. øll kvøldini kl. 19.30 skrivar Levi Joensen úr Hirtshals.