Seinastu dagarnar hava sjey serligir nýggir facebookbólkar sæð dagsins ljós. Bólkarnir hava sum endamál, at grannar kunnu hjálpa hvørjum øðrum í sambandi við coronasmittuna, ið herjar okkara oyggjar.
– Um tað er onkur, sum er í vandabólki, t.d. sjúk ella gomul, ella onkur sum situr í sóttarhaldi, so kunnu tey ígjøgnum hesar bólkar fáa hjálp frá onkrum, sum t.d. kann fara at keypa fyri tey og seta vøruna uttanfyri hurðina, sigur Jóhannes Miðskarð, sum skipar fyri.
– Tað skal undirstrikast, at Grannahjálp-bólkarnir eru bert til hjálpitænastur frá privatpersóni til privatpersón (ikki fyritøkur og handlar), og somuleiðis skal tað undirstrikast, at bólkarnir ikki rúma tíðindi um corona og lýsingar, sigur hann.
Umleið 4.500 fólk eru í øllum bólkunum tilsamans.
– Hetta vísir, hvussu vit føroyingar standa saman – í staðin fyri, sum vit síggja í øðrum londum, at fólk hamstra vørur frá hvørjum øðrum. Somuleiðis eru føroysku grannahjálp-bólkarnir nógv størri enn í øðrum londum í mun til fólkatalið, sigur Jóhannes Miðskarð.
##med2##
Grannahjálp-bólkarnr:
Tórshavn, Argir, Hoyvík og smáu bygdirnar rundanum har tað er koyrandi: www.facebook.com/groups/753319018525521/
Klaksvík: www.facebook.com/groups/547317112559638/
Eysturoy (minus Fuglafjørð (inkl. Kambsdal)): www.facebook.com/groups/782088578867542/
Fuglafjørður (inkl. Kambasdal): www.facebook.com/groups/275985166718694/
Vágar: www.facebook.com/groups/224210568720468/
Suðuroy: www.facebook.com/groups/135639574537726/
"Grannahjálp" Corona/covid 19 for non-speaking faroese people:
https://www.facebook.com/groups/497724214244173/
Um at stovna nýggjar bólkar
Jóhannes Miðskarð sigur:
– Heitt verður á fólk um vinarliga ikki stovna nýggjar Grannahjálp-facebookbólkar, um ein bólkur er stovnaður, sum longu fevnir um teirra økið. Og somuleiðis verður heitt á fólk um bert at melda seg inn í facebookbólkin í teirra øki og ikki í aðrar bólkar (um tey ikki hava tørv á tí).
– Um tú býrt í einum øki, har ongin Grannahjálp-facebookbólkur er, so ver vælkomin at stovna ein bólk og siga mær frá (eisini vælkomin at spyrja meg, um tú ivast, um tú skalt stovna ein slíkan facebook bólk: tlf. 299426).
– Til tey, ið ikki eru á Facebook, so verður víst á tænastuna, ið Reyði Krossur Føroya bjóðar. Somuleiðis um onkur vil hava ein størri tørv uppfyltan - so vísa vit heldur til Reyða Kross á tlf. 78 88 70, sigur Jóhannes Miðskarð.