Føroyingar kenna sterkan samleika

Kanningin »Førleiki í útlegd«, ið Rógvi Absalonsen, sum er í starvsvenjing á føroysku sendistovuni í London hevur gjørt vísir, at føroyingar í Bretlandi yvirhøvur kenna ein sterkan samleika við Føroyar. – Hetta kemst helst av, at føroyskir útisetar í Bretlandi yvirhøvur eru ungir, og hava verið stutta tíð í Bretlandi, metir Rógvi Absalonsen

Rógvi Absalonsen úr Havn er í løtuni í praktikk á føroysku sendistovuni í London, og eitt av krøvunum er, at hann skal skriva ein uppgávu, meðan hann er har. Hann hevur tí valt at gera eina kanning av føroyskum útisetum í Bretlandi.
- Eg havi altíð havt stóran áhuga í føroyingum, sum fara uttanlands í lestrarørindum, og tí var tað upplagt at mín uppgáva skuldi snúgva seg um tað. Eg havi sjálvur verið útiseti, og helt at tað kundi verið áhugavert at gjørt hesa kanningina, og eg havi rynt at gjørt hana so umfatandi sum gjørligt, sigur Rógvi Absalonsen.
Verkætlanin viðgerð hugburðir, samleikar og framtíðarætlanir hjá føroyskum útisetum í Bretlandi. Rógvi Absalonsen staðfestir, at høvuðsorsøkin til, at føroyingar flyta til Bretlands, eru lestrarørindi.
Talið av lesandi, ið velja at útbúgva seg í Bretlandi, er vaksandi, og tað hongur í stóran mun saman við avgerðini hjá Stuðulsstovninum í 2002 at hækka ÚSUN (Útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond) upp í 120.000 krónur.
Kanningin vísir, at føroyingar hava eitt ynski um at búgva uttan fyri Føroyar, meðan teir lesa. Føroyingar flyta í stóran mun til Bretlands at lesa fyri at »royna nakað nýtt« og eisini sæst, at føroyingar klára seg væl, bæði í arbeiði og undir lesnað, og hava lætt við at finna seg til sættis og trívast í nýggjum sosialum umhvørvi.

Norðurlendskan samleika
Kanningin vísir, at tað eru trý mál, umframt starvsmøguleikar, sum útisetar eru srliga misnøgdir við, og sum hava stóra ávirkan á avgerðina um bústað í framtíðini.
Eitt er, at samfelagið er konservativt, eitt er, at tað er ov dýrt at ferðast ti log úr Føroyum og eitt er, at bústaðarviðurskiftini ikki eru nøktandi.
- Hinvegin kenna føroyingar ein sterkan føroyskan samleika, men samstundis menna teir eisini ein norðurlendskan samleika. Hetta kemst uttan iva av, at serliga í London er eitt altjóða samfelag savnað, og tá tú hittir kinverjar ella indarar har, ið koma frá londum við hundraðtals milliónum og milliardum íbúgvum, so duga hesir illa at ímynda sær eitt samfelag við færri enn 50.000 íbúgvum. Tí verður lættari at kalla seg norðurlending í slíkum støðum, heldur Rógvi Absalonsen.
Men tað, sum eyðkennir føroyskar útisetar í Bretlandi, er, at teir í fyrsta lagi eru ungir – langt yvir helmingurin er undir 30 ár – og hitt er, at teir hava búð stutta tíð í Bretlandi.
Kanningin vísir, at longri tíð útisetarnir búgva í Bretlandi, betri lyndi hava teir at kenna seg sum bretar.
Eitt annað, sum eyðkennir føryskar útiseta í Bretlandi er, at teir enn ikki hava tikið støðu til framtíðina.
- Teir eru stutt síðani byrjaðir eina 5-6 ára langa útbúgving, og tí liggur ein avgerð um eina framtíð eftir loknan lestur langt frammi í tíðini. Hetta er helst orsøkin til, at fleiri av teimum lesandi sjáldan hugsa um Føroyar og framtíðina, sigur Rógvi Absalonsen.

Vakt ans
Rákið er so, at alt fleiri føroyingar velja víðari lestur í Bretlandi, fyrst og fremst Aberdeen og London. Hetta hongur ikki bert saman við betraðum stuðulsmøguleikum, tí tað vísir seg, at talið av lesandi í Danmark kvinkar niðureftir.
Rógvi Absalonsen vísir á, at meðan lestrarumhvørvið í Aberdeen er rættiliga líkt tí í eitt nú Århus, so er lestrarumhvørvið í London nógv ørvísi.
Kanningin vísir, at føroyingar í Aberdeen hava munandi lættari við at finna saman, enn føroyingar, sum lesa í London.
- Bæði mentan og samfelagsviðurskifti í London eru ógvuliga ólík teimum í Danmark og teimum í Aberdeen, sigur Rógvi Absalonsen.
Kanningin er bygd á 140 spurnarbløð, harav 120 komu inn aftur, og tað má roknast sum ógvuliga góð undirtøka. Umframt hetta hevur Rógvi Absalonsen eisini gjørt 15 samrøður við útisetar í London og Aberdeen, umleið helvt um helvt í hvørjum stað.
Kanningin vísir, at talið á lesandi er umleið 50/50 av hvørjum kyni, meðan ein stórur meiriluti av lesandi í Danmark eru kvinnur. Í Bretlandi er somuleiðis ein ógvuliga stórur partur av útisetunum lesandi, men kortini eru umleið 20% í føstum arbeiði.
Kanningin hevur longu vakt ans í føroysku fjølmiðlunum, og eitt nú fer borgarstjórin í Tórshavnar kommunu í dag til London, har hann skal kanna eftir, hvussu vit fáa føroyskar útisetar í Bretlandi at flyta heim aftur.