Føroyingar keypa nógv mest úr heimsins dýrastu londum

Føroyingar innflyta nógv mest av okkara vørum úr tveimum av teimum dýrastu londunum í heiminum.

Tað vísir ein uppgerð, sum hagstovan hevur gjørt við samhandil okkara við umheimin.

Uppgerðin vísir, at vit innflyta mest úr Noregi og næstmest úr Danmark.

Hetta eru tvey lond, sum eru tiltikin fyri høgar prísir, men tað, vit innflyta úr øðrum londum eru bara viðfáningar.

Landið, vit útflyta mest til er Bretland, men haðani innflyta við lítið og onki afturfyri.

Annars var avlopið á handilsjavnanum 107 milliónir í fjør, aftur ímóti 275 milliónir í 2010.

Seinastu árini eru eisini stórar broytingar hendar í samhandlinum við útlond.

Stórur vøkstur hevur verið á fleiri nýggjum marknaðum, bæði í Europa, Norður- og Suðuramerika, Asia og Afrika, meðan aðrir meira siðbundnir marknaðir í Europa eru viknaðir.?

Myndin vísir 20 tey størstu samhandilslondini, og tey fevna um 94% av øllum føroyska uttanlandshandlinum.

Tað leypir í eyguni, hvussu ójavnt býtið er millum útflutning og innflutning í samhandlinum við einstøku londini, serliga við tey trý londini, sum vit hava størsta samhandilin við.

Eitt nú útfluttu vit fyri einar 600 milliónir krónur til Danmark og Noreg, men vit innfluttu fyri 2,8 milliard. úr hesum báðum londum.

Hinvegin er Bretland okkara nógv størsti útflutningsmarknaður, men innflutningurin hagani er av teim minstu.