Føroyingar klára seg væl í CrossFit

CrossFit er ein av teimum heilt stóru ítróttargreinum, og í ár vóru ikki færri enn 186.000 menn og 140.000 kvinnur tilmeldað CrossFit Open.

Opna kappingin í CrossFit - CrossFit Open - sum er fyrsta stigið móti at finna Fittest On Earth, er nú lokin, og her stóðu føroyingar seg væl í mun til, hvussu hørð henda kapping er. 

Kappingin verður hildin í tí lokalu “boksini”, sum eitt CrossFit-venjingar stað verður rópt. Í Føroyum er enn bert eitt stað, sum umboðar ítróttin. Tað er Tvørmegi, sum liggur í M.A. Winthersgøtu 4 í Havn. Her eru nógvir limir, sum hava sína dagligu venjing í hølunum.

Talan er um fimm umfør í fimm vikur, har tað er eitt umfar hvørja viku. Luttakarar skulu frá friggjadegi til mánakvøld royna at fáa so góð úrslit sum til ber. Tað ræður um at vera snildur, tí hvørt umfar møðir kroppin so mikið, at tað í ringasta føri kann ganga út yvir næsta umfar. 

CrossFit er blivin ein av teimum heilt stóru ítróttargreinum. Í ár vóru ikki færri enn 186.000 menn og 140.000 kvinnur tilmeldað hesa kapping. Her eru eingir vektklassar, sum í so mongum øðrum ítróttargreinum, men í staðin eru aldursbólkar. Einstaklingar, sum er 18 til 34 ár,  35 til 39, 40 til 44, 45 til 49, 50 til 55 og 55 (pluss).

Tað vóru 27 føroyingar við í kappingini í ár, har 21 teirra vóru menn og seks vóru kvinnur. Enn hava Føroyar ongantíð verið umboðaðar við tannáringum, sum eru 14 til 15 og 16 til 17 ára aldursbólkar. Men, vónirnar eru góðar, tá hugsað verður um, at ítrótturin enn støðugt mennist. 

At gerast elitu-ítróttarfólk innan henda ítróttin er serstakliga torført, tí tað eru so nógvir luttakarar og íðkarar og eisini tí, at hetta fólkaslagið er serstakliga ágrýtið. Nógv av teimum, sum kappast í CrossFit, eru fólk, sum umboða aðrar ítróttargreinar burturav.

Men, tað gongst betur og betur hjá føroyingum á hvørjum ári.  

Føroyingar kappast í danska kongaríkinum, sum soleiðis er Føroyar, Grønland og Danmark. Bert ein úr hvørjum bólki sleppur víðari til CrossFit Games, sum verður hildin í Madison Visconsin. 

Tey, sum kláraðu seg væl í ár, vóru: Leif á Bøgarði, sum endaði á 101 plássi út av 1600 luttakarum í danska kongaríkinum, Heini Hátún, sum endaði á 10 plássi í aldursbólkinum 45 til 49 ár millum 110 luttakarar, Eyðun Mortensen, sum endaði á 12 plássi millum 248 luttakarar í aldursbólkinum 35 til 39 ár og Anna Kalsø, sum endaði á 14 plássi millum 108 luttakarar í aldursbólkinum 35 til 39 ár.

Soleiðis sá endaliga úrslitið út millum føroyingar tvørtur um aldursbólkar. 

Menn:

1. Leif á Bøgarði, 2. Eyðun Mortensen, 3. Heini Hátún, 4. Ári Rouch, 5. Marius Thomassen, 6. Mortan á Bøgarði, 7. Rólant Waag Dam, 8. Kristjan Petursson, 9. Andras Joensen, 10. Fjalar Stefánsson, 12. Rógvi Olavson, 13. Rudi Perssob, 14. Jónar Borg Dahl, 15. Johannes Poulsen, 15. Hergeir Eldevig, 17. Sigmar Mortensen, 18. Niels Arge Hammer, 18. Bartal Andreasen, 20. Rani Debes Christiansen og 21. Bjartur Jacobsen.

Kvinnur:

1. Anna Kalsø, 2. Jenny Poulsen, 3. Tordis D. Eiriksfoss, 3. Eyðgerð Sverradóttir, 5. Svetlana Ananina og 6. Laila Olgarsdóttir.