Føroysku The Dreams eru við í undanumfarinum av donsku sangkappingini til melodi grand-prix í annaðkvøld og føroyingar hava møguleika at atkvøða Í morgin er løgtingsval og kappingin um heitu sessirnar fyllir óivað nógv og hjá mongum er óivað talan um rættiligt sjónvarpskvøld, meðan talt verður upp.
Men føroyski bólkurin The Dreams er eisini í kapping leygarkvøldið, nevniliga donsku Melodi Grand Prix kappingini við lagnum La Mig være, so mong fara óivað at skifta á DR1 av og á.
Sagt hevur verið, at føroyingar hava møguleika at atkvøða og hetta skrivar www.svf.fo eisini á heimasíðuni. Á www.dr.dk eru vegleiðingar viðvíkjandi atkvøðugreiðslu, men óivað verður eisini vegleitt, tá kappingin er av, og atkvøðast skal.