Føroyingar kunnu fáa nøktandi trygdarmiðstøð fyri 10 mill. kr.

Esbjerg Brandskole, sum er ein av teimum mest framkomnu brand- og bjargingarmiðstøðunum í heiminum hevur júst latið føroyskum myndugleikum eina lidna verkætlan fyri eina føroyska brand, trygdar- og bjargingarmiðstøð. Hon er mett at kosta 10 mill. kr. Við slíkari miðstøð skuldi borið til at útbúgvið fólk og veitt tær mest grundleggjandi tænasturnar í sambandi við eina tilbúgvingarætlan fyri alt landið.

Í sambandi við arbeiðið uppá at fáa gjørt eina tilbúgvingarskipan fyri Føroyar hava umboð fyri føroyskar myndugleikar eisini hugt eftir, hvussu slík viðurskifti verða handfarin í okkara grannalondum.

Petur Olsen frá Brunaumsjón Landsins hevur í hesum sambandi m.a. verið á vitjan á Esbjerg Brandskole fyri at kunna seg við viðurskiftini har og fyri at fáa teir at gera eina frágreiðing til tilbúgvingarbólkin í Føroyum.

Sosialurin vitjaði herfyri á brandskúlanum í Esbjerg við nettup tí fyri eygað at síggja, hvussu ein slíkur skúli arbeiðir. Í hesum sambandi vórðu eisini umboð fyri býráðið á Tvøroyri á vitjan í Esbjerg at røða um ætlaninar at byggja oljuútgerðarhavn á Drelnesi. Tey bæði umboðini nýttu so eisini høvið til at vitja brandskúlan, nú hesin eisini arbeiðir nógv við oljuvinnu og trygdini har.

Stjóri á skúlanum er Torben Korsgaard. Tað er greitt, at hann er sera errin av skúlanum, sum man vera tann mest nútímans av sínum slag í Europa í dag. Her koma nógv túsund fólk hvørt árið at taka skeið í eldsløkking, bjarging o.ø., sum kunnu hava samband við eitt óhapp ella eina størri vanlukku, har tað eisini er brúk fyri eini tilbúgvingarskipan.


Framkomin útgerð

Brandskúlin í Esbjerg hevur alla ta mest framkomnu útgerðina, sum hugsast kann, tá talan er um eina nútímans bjargingarmiðstøð, og tí koma ikki bert danir á skúlan. Eitt nú norsk offshorefólk brúka nógv skúlan í Esbjerg, tí hava hevur ymsa útgerð, ið ikki finst aðrastaðni. Eisini úr Føroyum koma fólk á skeið, her serstakliga innan bjarging á sjónum.

Skúlin er eitt altjóða brand- og bjargingarútbúgvingarsentur, sum bjóðar fram eina røð av serskeiðum innan eldsløkking og bjarging, bæði á landi, á sjónum og í luftini. Tað eru Falck og Esbjerg Kommuna, sum eiga og reka skúlan, ið liggur nakað uttan fyri Esbjerg - úti á landinum í sera hugnaligum umhvørvi. Tó er skjótt at koma til Esbjerg.

Tað eru bert nakrir fáir mánaðir síðani, at eitt spildurnýtt bjargingarsentur til servenjing av fólki, sum hava sjógvin til arbeiðspláss, varð tikið í brúk. Talan er um ein 350 fermetrar stórar hyl við sjógvi. Her er so møguleiki at fáa kunstigar aldur 1,5 metur høgar og vind upp til 30 m/sek. Har eru so ein hátalari, ið aftur skapar ljóðumstøður, sum var talan um veruligar umstøður til havs.

Torben Korsgaard sigur, at eisini føroyingar, sum hava tørv á at vera við á skeiðum á skúlanum, eru vælkomnir til hesi serstøku bjargingarskeiðini, ið eru bæði náttúrlig og sera dramatisk. Endamálið er at gera umstøðurnar so náttúrligar sum gjørligt.

Umleið 5000 fólk eru til skeiðini á skúlanum um árið.

Millum tað, sum skúlin bjóðar fram, eru m.a. hesi skeið:

?Brand- og søredningskurser for søfolk, Brand- og søredningskurser for offshoremandskaber, HUET kurser (Helicopter Underwater Escape Training), Grund- og funktionsuddannelser for brandmænd, Førstehjælpskurser, Specialkurser tilpasse kundernes behov og ønsker, Platformsevakueringskurser for passagerer, Højtryksgas brandkurser, Helidækkurser, Kemikaliekurser, H2S kurser, Krisestyringskurser og Personaleudviklingskurser.


Ráðgeva føroyingum

Tá hugsað verður um, hvussu framkomin skúlin í Esbjerg er, var tað eisini heilt náttúrligt hjá føroyskum myndugleikum at seta seg í samband við skúlan um at fáa ráðgeving í sambandi við eina komandi føroyska tilbúgvingarskipan og í tí sambandi eina brand- og bjargingarmiðstøð.

Torben Korsgaard legði herfyri síðstu hond á frágreiðingina til føroysku myndugleikarnar. Hon snýr seg um, hvussu ein kann byggja upp eina trygdarstøð, har tú hevur fólk, sum duga bæði at undirvísa og venja sløkkiliðsfólk, sjófólk og offshorefólk.

-Vit hava gjørt eitt uppskot til, hvussu tit í Føroyum kunnu byggja eina bjargingarstøð heilt frá botni av. Vit hava ikki tikið hædd fyri teimum verandi facilitetum, sum eru við Áir og í Klaksvík. Hetta er nakað, sum føroyskir myndugleikar sjálvir mugu meta um.

Vit spurdu tó Torben Korsgaard, hvat er tann besta loysnin vil vera fyri Føroyar!

Hann sigur, at man eigur sjálvandi fyrst at meta um teir báðar skúlarnar, sum eru í dag.

-Sjálvur haldi eg tað mest avgerandi er at meta um plaseringina av eini slíkari bjargingarstøð. Tí hvat sjóbjarging viðvíkur, so má ein kunna vera 100 % vísur í at kunna veita eina tænastu uttan mun til, hvussu veðrið er. Tvs. at henda tænasta skal kunna veitast alt árið.

Torben Korsgaard heldur sjálvur, at tað skilabesta hevði kanska verið at byrjað heilt frá botni av.

Men hann vil ikki siga, um ein slík støð eigur at liggja við Áir, í Klaksvík ella aðrastaðni. Men við tí innliti hann hevur í m.a. ætlanina at gera eina útgerðarhavn á Drelnesi, so heldur hann tað kanska vildi verið skilagott at umhugsað at brúka einar 10 mill. kr. til eina slíka bjargingarstøð, nettup har ein komandi oljuútgerðarhavn verður løgd.

Hetta er tó ikki nakað teir hava lagt seg út í at umrøða í frágreiðingini til føroysku myundugleikarnar

Teir hava latið uppskot til eitt heilt byggisett fyri eina nýggja støð. Bæði tekningar og byggiplanur fylgir við. Ein slík miðstøð fer tá eisini at fevna um innandura facilitetir. Støðin skal kunna undirvísa fólki alt árið.

Torben Korsgaard sigur, at teir á skúlanum hava boðið sær til at útbúgva tann ella tey, sum skulu standa á odda fyri eini slíkari bjargingar- og trygdarniðstøð í Føroyum. Tá vilja tey læra alt tað, sum nú hevur samband við eina tilbúgving á sjógvi og landi og eisini í sambandi við offshore.

Hann vísir eisini á, at tað verður neyvan nakrantíð aktuelt at gera eina venjingarstøð sum bara nær námind líkist Esbjerg Brandskole. -Heldur vil eg siga, at vit kunnu taka okkum av at venja og undirvísa á økjum, har útgerð og ekspertisa ikki verður tøk í Føroyum. Men tað er greitt, at tað er tørvur á eini ella aðrari mistøð til undirvísing í Føroyum sigur leiðarin av Esbjerg Brandskole.