Drúgva og umfatandi kanningin um, hví føroyingar ikki koma heim aftur úr Danmark, er nú at enda komin.
Tað var Sjúrður Skaale, sum tók stig til kanningina, tá hann sat á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal, og av tí at tað var Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi, sum stóð aftan fyri, var kanningin skjótt gjørd til eitt politiskt mál. Men tað hevur Sjúrður Skaale alla tíðina víst aftur. Tað eru nú góð tvey ár síðani, at kanningin byrjaði.
Og júst tí, at kanningin fekk politiskar undirtónar, førdi tað til atfinningar, at Tórshavnar Kommuna hevur verið høvuðsstuðulin.
Men uttan mun til hetta má roknast við, at alt politiska spektrið fær ágóðan av úrslitinum av kanningini.
Fyrsti partur av kanningini var meiri ella minni reint statistiskur, meðan annar partur snúði seg um býti millum útisetarnar, bæði kyn og aldur. Triði partur snúði seg meiri um at fara í dýpdina og gera longri samrøður við føroyingar í Danmark. Finna útav, hvat skal til, fyri at teir flyta heim aftur.
Fýra bólkar
Føroysku útisetarnir eru býttir upp í fýra bólkar, Tey Siðbundnu, Tey Grundfestu, Tey Framsøknu og Tey Heimkæru.
Bólkarnir verða defineraðir soleiðis, at Tey Grundfestu eru tey, sum eru grundfest í Danmark og ikki fáast heim aftur uttan mun til hvat. Tey Heimkæru eru tey, sum koma heim aftur, hava tey tann minsta møguleika fyri tí. Tey Siðbundnu eru tey, sum eru sosialt illa fyri, hava onga ella óvanliga útbúgving. Tey Framsøknu eru tey, sum hava ambitiónir.
Suni Poulsen vísti á, at tað er seliga hesin seinasti bólkurin, sum besti møguleikin er at fáa heim aftur.
Hann hevði sett upp virði móti hvørjum øðrum at verða verandi í Danmark ella at flyta heim aftur til Føroya.
Tað, sum serliga dregur fólk aftur til Føroya er eitt nú tættari familju- og vinalagsbond, hetta at koma hvørjum øðrum við. Róligari lívslag, »nái eg tað ikki í dag, so nái eg tað nokk í morgin«-mentaliteturin. Lagaligari forhold til arbeiðsviðurskifti, hetta ikki at ganga so høgt upp í at halda tíðaravtalur. Nærri náttúruni. Betri uppvakstrarkor hjá børnum.
Umhugsa javnan møguleikan
Tað, sum talar fyri at verða verandi í Danmark, er millum annað betri starvs- og eftirútbúgvingarmøguleikar. Størri frælsi at velja lívsstíl, ert meiri anonymur og einstaklingar kenna ikki sama trýst at finna sær maka. Fleiri og fjølbroyttari mentanartilboð, bæði tiltøk í Danmark og í sambandi við ferðir uttanlands. Góð kor hjá børnum at læra, frálíkir skúlar og nógv og fjølbroytt frítíðartilboð.
Spurningurin er so, nær føroyingar umhugsa at flyta heim aftur. Um tað finst eitt vindeyga, har føroyingar í Danmark eru serliga opnir yvir fyri at flyta heim aftur.
Kanningin vísir, at tað er tað ikki. Føroyingar umhugsa javnan møguleikar at flyta hem aftur.
Høvuðsskeringarnar fyri, nær hetta er serliga viðkomandi, er við lokna útbúgving, tá fólk umhugsa at fáa sítt fyrsta barn, tá børnini koma í skúlaldur, tá fólk miðvíst leita eftir nýggjum starvi og tá børnini eru flogin úr reiðrinum.
Inn ímillum hesi skeringspunkt er alla tíðina ein ávísur mettleiki, sum økir áhugan at flyta heim aftur, til dømis tá mentanartilboðini í Danmark missa týdning í mun til valið millum Danmark mótvegis Føroyum.
Ella tá hugurin til at arbeiða nógv og raðfesta eins starv hægst ofta minkar aftaná nøkur ár á arbeiðsmarknaðanum og 1. ættarliðs-føroyingarnir gerast búnir at raðfesta annað virksemi hægri – hetta elvir samstundis til at spurningurin um at flyta aftur til Føroyar verður tikin upp.
Mentanin
Atfinningin at føroyskari mentan er vælkend, spurningurin er so bara, um føroysk mentan er ein forðan fyri, at føroyingar flyta heim aftur.
Ført verður fram, at kjakhugurin er lítil og eingin, og at hetta tarnar frælsum orðaskifti, men hetta er eisini ein fyrimunur við tað at alt ikki verður viðgjørt út í æsir.
Annað er, at nepotisma er útbreidd, og at tað finnast fyrimunir í at hoyra til ávísan trúarfelagsskap, men hetta er einki øðrvísið enn í Danmark.
Ført verður fram, at minnilutabólkar eru fyri mismuni í Føroyum, men veruleikin er, at hetta í nógv størri mun er útbreitt í Danmark við sonevndu »hate-crimes« hvørt einasta vikuskifti.
Sagt verður, at føroysk mentan er konservativ og hevur lyndi at illkennast inn á modernaða lívsførslu. Slíkur hugburður umboðar tó fastar lívsreglur, meðan tað frælslyndi, sum vísir seg at valda í Danmark, mangan fjalir út yvir størri líkasælu.
Eitt annað, sum ofta verður havt á lofti er, at støðið í politiska arbeiðinum í Føroyum er lágt, men hetta kann eisini síggjast sum dømi um veruligt fólkaræði í mun til embætismannaveldið, sum rekur samfelag, uttan at almenningurin hevur nakra munaverda ávirkan.
Og endaliga verður ført fram, at Føroyar eru eitt mannfólkaveldi. Hetta er tó ikki so eintýtt, og er allarhelst eitt fyribrigdi í afturgongd, serliga í Suðurstreymi.
So niðurstøðan hjá Suna Poulsen er, at mentanin ikki er nøkur forðan fyri, at føroyingar flyta heim aftur.
Marknaðarføra Føroyar
Í niðurstøðu síni sigur Suni Poulsen soleiðis:
Avgerðin hjá 1. ættarliðs-føroyingum um at verða verandi í Danmark byggjur gjøgnumgangandi ikki á, at tilveran niðri er “betur, størri og skjótari...”
Talan er hinvegin um, at tilveran í Danmark er knýtt til ávís unik, positiv virði, ímeðan ein møgulig tilvera í Føroyum er samanbundin við ein annan sjálvstøðugan flokk av unikum, positivum virðum
Tað snýr seg also ikki um, at Danmark er betri ella verri enn Føroyar – men um tveir ymiskar møguleikar, ið báðir hava ymiskt positivt at bjóða
At marknaðarføra Føroyar yvir fyri føroyingum uttanlands snýr seg also ikki um at fáa oyggjarnar at líkjast útlandinum – men hinvegin um at minna um positivu eyðkennini, ið longu eru rótfest í føroysku mentanini
Almenn kunning úr Føroyum málrættað 1. ættarliðs-føroyingum í Danmark upplivist sum eingin ella tilvildarlig – her er góður møguleiki fyri at gera afturflyting viðkomandi við at økja og samskipa kunningina
Av orðaskifti í føroyskum fjølmiðlum og á almennum pallum skilst ofta, at virðispolitiskar broytingar eru avgerandi fyri, at fáa fleiri føroyingar at flyta aftur
Nógv verður gjørt burtur úr, at Føroyar eru eitt konservativt samfelag, eitt mannfólkaveldi og at t.d. minnilutabólkar eru fyri mismuni
Henda kanning gevur kortini eina greiða ábending um, at tað eru realpolitisk heldur enn virðispolitisk viðurskifti, ið gera munin
Serliga bøtt starvs- og búlíkindi – og partvís eitt hægri vælferðarstøði sum heild
Ítøkilig uppskot
At gera Føroyar áhugaverdari fyri ‘Tey framsøknu’ merkir:
At arbeiðast má við at útvega fleiri avbjóðandi størv – helst við góðari løn, møguleikum fyri eftirútbúgving og fyri at fáa meira ábyrgd/flyta upp í tign
Og síðan gera átøk fyri at marknaðarføra hesi millum føroyingar í Danmark
(At skapa lagaligari og gjøgnumskygdari møguleikar at byggja sær hús, serliga í høvuðsstaðarøkinum)
‘Tey heimkæru’ taka skilliga Føroyar framum – men líkindini fyri at tey flyta av landinum yvirhøvir kann gerast minni við:
At halda fram við at betra um møguleikarnar fyri framhaldsútbúgving í Føroyum
Og at marknaðarføra hesi átøk í Føroyum
Tað skulu grundleggjandi broytingar til á vælferðarøkinum áðrenn ‘Tey siðbundnu’ fáa betri hug at flyta aftur:
Bíligari íbúðir – eitt nú eisini leiguíbúðir og almenn húsabygging
Betri sosialar veitingar, eitt nú barna- og sjúkrapengar
‘Tey grundfestu’ koma ikki heim aftur
Kunning í Miðlahúsinum
Í kvøld klokkan 20 fer Suni Poulsen at hava framløgu av triðja parti av kanningini við heitinum »Eg vil so fegin hava, at børnini læra føroyskt«. Framløgan er almenn og høvið verður at seta spurningar.