Føroyingar líkjast ikki dønum

 
 - Stórt rok hevur verið síðani Innlendismálaráðið táttaði í treytirnar fyri uppihalds- og arbeiðsloyvum. Men tjakið hevur bert snúð seg um ítróttarfólk. Málið hevur tó nógv størri dýpd, og neyðugt er, at landstýrið hugsar seg væl um.
Hetta skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari, dagfest í gjár. Víst verður á, at danski útlendingapolitikkurin nú fær avleiðingar fyri føroyingar, og at spurningurin er, um danski politikkurin hóskar til føroysk viðurskifti.
 - Tað er ikki bert í ítrótti, at tað er brúk fyri hægri støði, um vit skulu kappast við umheimin. Um vit framhaldandi ætla at fáa meirvirðið burtur úr okkara rávøru, er neyðugt, at landstýrið hugsar seg sera væl um.
Vinnuhúsið skrivar, at tað er til ampa fyri føroyingar at samanbera okkum við danir á útlendingaøkinum, tí londini kunnu ikki samanberast. Ístaðin skal leitast til Íslands, sum er meir líkt Føroyum, tá tað kemur til vinnubygnað, skrivar Vinnuhúsið.
 - Hetta árið er ivaleyst ásannað, at danskur útlendingapolitikkur gevur trupulleikar hjá okkum. Hetta er ikki ein spurningur um samband ella sjálvstýri, men ein staðfesting av, at okkara veruleiki á hesum øki als ikki líkist tí danska, skrivar Vinnuhúsið.