Føroyingar á listahátíð

TíÐindaskriv

Í dag fara Jan Christiansen, Helga Hjörvar og Birgir Kruse til Íslands, at verða til staðar, tá Listahátíð Reykjavikar verður sett í morgin klokkan 14.
Í sambandi við setanina skulu føroysku umboðini hitta íslendska mentamálaráðharran Tómas Ingi Olrich og bretska mentamálaráðharran Tessa Blackstone, baronessu. Stevnan í Reykjavík varir 11.-31. mai 2002 og hevur heimasíðu www.artfest.is
Fyrsta Listahátíðin av hesum slagi varð hildin í Reykjavík í 1970 og heiðursforseti er Vladimir Ashkenazy meðan forseti Íslands Ólafur Ragnar Grimsson er verji stevnunnar. Formaður í umboðsráðnum er Ingibjörg Sólrún Gísladóttir, borgarstjóri í Reykjavík. Undir herrópinum "Máttarstolpi Listahátíðar í Reykjavík" er Búnaðarbankin stórsti privati stuðul við samstarvssáttmála í eitt fýra ára skeið.
Ávíst samstarv er millum Listastevnu Føroya og líknandi stevnur í grannalondum. Hóast altskyns stevnur eru kring okkum í Norðuratlantshavi, so er eingin árlig stevna, onnur enn Listastevna Føroya, ið hevur sett sær fyri á hvørjum árið at hava eitt fjøltáttað innihald, ið umboðar allar listargreinar. Meðan føroyska Listastevnan verður hildin á hvørjum árið, verður stevnan í Reykjavík hildin á øðrum hvørjum ári. Aðrar stevnur, sumeru á hvørjum árið, halda seg til hina einu listagreinina, sum til dømis rokk-tónleik ella sjónleik. Listastevna Føroya roynir sum hin einasta í Norðuratlantshavi at samansjóða listagreinarnar við at fara um mørk og á hvørjum árið at bjóða eina fjøltáttaða stevnu á listarligum støði.
Høvuðsevnið á Listastevnu Føroya í ár verður New York bólkurin Sequentia, sum fer at framføra "Edda", sum byggir á íslendsku Eddu-kvæðini. Hetta verður fyrsta framførslan í einum norðanlandi av hesum verki, sum við talgildari tøkni byggir á elsta norrøna skaldskapin. Harafturat verða fremstu oljubýirnir í grannalondum okkara, Aberdeen og Stavanger, umboðaðir við ávíkavist rokkbólkinum Runrig og gospelsangaranum Sigvart Dagsland.
Listastevna Føroya verður hildin 3.-18. august 2002.
Sum stórstu íleggjarar hava Norðurlandahúsið og Tórshavnar Býráð formansskapin í Listastevnu Føroya. Meðan Norðurlandahúsið hevði formansskapin í fyrstu føroysku Listastevnuni í fjør, við Karin Kjølbro sum umboðsráðsformanni og Helgu Hjörvar sum stýrisnevndarformanni, so hevur Tórshavnar Býrað formansskapin í ár. Jan Christiansen borgarstjóri er formaður í umboðsráðnum, har øll listafólk eru umboðaði. Formaður í stýrisbólkinum fyri Listastevnuna er Birgir Kruse, valdur av Tórshavnar Býráð. Høvuðsstuðlar, sponsorar, á Lista-stevnuni í ár, eru Føroya Banki og Føroya Sparikassi. Samskipari fyri Listastevnu Føroya er Oddvá Nattestad.