Føroyingar móti heimsnavni

Stór og krútsterk svimjikapping við stórum nøvnum verður í Reykjavík komandi vikuskifti. Fimm føroyskir svimjarar taka eisini lut

Millum teirra, sum føroysku landsliðssvimjararnir skulu kappast ímóti, eru Theresa Alshamar (fleiri heimsmet og heiðursmerki) og ein av størstu ítróttarkvinnunum nakrantíð - slovakiska Martina Moravcova.
Martina hevur vunnið ikki færri enn 67 heiðursmerkir til OL, EM og HM, har hon hevur sett trý heimsmet, 16 evropamet og ikki færri enn 203 slovakisk met. Teir 5 A-Landsliðssvimjararnir eru: Mona Simonsen TS, Danjal Martin Hofgaard TS, Pál Joensen VS, Kristian Olsen Ægir og Elspa Mørkøre FS.