leguni eru einir 15.000 skótar savnaðir saman í eina viku. Skótarnir eru úr 22 ymiskum londum.
Legan er býtt upp í økir, og her búgva teir føroysku skótarnir á einum øki, ið kallast Mangfoldigheden.
Føroysku skótarnir fóru úr Føroyum mánadagin í farnu viku. Fyrst vóru teir í Keypmannahavn í tvær nætur, og síðani vitjaðu teir skótabólkin Herlufsholm í Næstved í tríggjar dagar.
Gestablídnið var stórt, og skótarnir royndu m.a. at rógva við kano, høvdu postarenning og vóru á strondini á Enø.
Tá so Guldborgsundlegan byrjaði tann 16. juli var farið hagar. Sjálv legan endar sunnukvøldið, tá teir eisini flúgva heim aftur.
- Vit hava tað fínt, og vit hava havt gott veður, fyri tað mesta sól tó hevur okkurt ælið verið, siga teir føroysku skótarnir.
Skótarnir hava higartil tykist við ymiskt virksemi, ið hoyrir slíkari legu til. Teir hava pionerað, bæði borð og sofu, sum er sera væl umtókt av bæði stórum og smáum, eldri sum ungum.
Ungdómsskótarnir hava eisini verið á náttarhike, og teir yngru hava roynt seg á veiðuferð, og hava bygt rísbátar, eins og teir vitjaðu eitt ævintýrland.
Nógv mørk skulu flytast, millum annað at fara undir ísakalda brúsu og at sova í telti hvørja nátt. Men hetta dámar teimum stak væl.
- Vit kundu í roynd og veru hugsað okkum at verið á leguna eina viku aftrat, siga teir.
Guldborgsundlejren
Upplýsingar um leguna finnast á heimasíðuni www.spejdernet.dk. Her ber eisini til at finna nógvar og góðar myndir. Økið hjá føroysku skótunum kallast Mangfoldigheden.