-Persónliga eri eg ikki nakar Cash-fjeppari, men frontmenninir í føroyska Cash-bólkinum, Petur Pólson og Niels Galan, hava líka síðan Johnny Cash doyði ynskt, at ein minniskonsert varð hildin fyri honum, og nú tóku vit so stig til tað, sigur formaðurin í Mentanarhúsinum, Sólarn Solmunde.
Fríggjakvøldið verður Mentanarhúsið karmur um eina forvitnisliga minniskonsert fyri "The Man in Black", Johnny Cash, sum doyði fyri einum góðum ári síðan.
Petur Pólson, Niels Arge Galan, Jákup Zachariassen, Niclas Johannesen og Uni Árting fara at manna ein føroyskan Johnny Cash-bólk, sum fer at spæla øll hittini hjá fyrrverandi country-stjørnuni.
Sólarn Solmunde vónar , at nógv fólk fara at leita sær í Mentanarhúsið fríggjakvøldið , og hann væntar at síggja fólk í øllum aldri at koma at lurta eftir Johnny Cash, sum gjørdist 71 ár, tá hann andaðist 12. oktober í fjør.
Kom í svørtum
Johnny Cash gekk altíð í svørtum klæðnum, og tí fekk hann eyknevnið "The Man in Black", og júst svørtu klæðini hava ein forvitnisligan leiklut á tiltakinum fríggjakvøldið. Fyrireikararnir hava gjørt av, at fólk, sum koma í svørtum klædningi og kovboyhatti , sleppa ókeypis inn í Mentanarhúsið.
?Tað hevði skapt ein stuttligan stemning um eitt nú 50 fólk høvdu komið við kovboyhatti, og tað er við tí fyri eyga, at vit lata fólk sleppa ókeypis í svørtum og kovboyhatti, vísir Sólarn Solmunde á.
Fólk, sum ikki koma í svørtum ella kovboyhatti, mugu niður í lummarnar eftir 100 krónum fyri at sleppa inn í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið.
Konsertin byrjar klokkan 23, og dyrnar lata upp klokkan 21.30
Fakta: Johnny Cash
Johnny Cash varð føddur 26. februar í 1932 í Kingsland, Arkansas. Hann er millum best umtøktu country-tónleikararnar nakrantíð. Maðurin í svørtum upptók fleiri enn 1500 løg. Millum stóru hittini kunnu nevnast, A Boy Named Sue, Folsom Prison Blues, Ring og Fire og I Walk the Line.
Johnny Cash vann í alt 11 Grammy-virðislønir og í 1992 gjørdist hann limur í Rock and Roll Hall of Fame. Frá 1969-71 var hann vertur í "The Johnny Cash Show" á amerikansku sjónvarpsrásini ABC.
Mynd: