Føroyingar mugu fara í aðalverkfall

DEYDLIG FAKFELØG Tað stendur nógv á hjá Ingeborg Vinther í hesum døgum. Hon undrast á, at fakfeløgini ikki gera uppreistur, nú samgongan er við at knúsa vælferðarsamfelagið sundur, sum hon tekur til

- Eg skilji ikki, at fakfeløgini eru so deydasligt og bara lata alt fara aftur við borðinum.
Gamla stríðskvinnan, Ingeborg Vinther, orkar ikki at tiga longur.
Eftir at hava verið forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í 31 ár, er hon vorðin ein ímyndin av føroysku fakfelagsrørsluni.
Samstundis hava vit fingið eina samgongu, sum fakfeløgini hjá teimum lág- og miðalløntu, hava kappast um at taka frástøðu frá.
Tað gav at bíta, tá ið flatskatturin varð settur í gildi og pensjónir vórðu skattaðar við inngjald.
Tá løgdu fakfeløgini bragdliga fyri og mótmæltu ætlanini.
Men mótmælini fjaraðu burtur so líðandi og tá ið flatskatturin og pensjónsskatturin vórðu endaliga samtykt, hoyrdist onki til fakfeløgini longur.
Men nógv fólk hava saknað, at fakfeløgini gera meiri vart við seg fyri at fáa samgonguna at broyta kós.

Hetta er óhoyrt
Ein av teimum, sum undrast stórliga, er júst Ingeborg Vinther, sum stóð í fremstu røð í føroysku fakfelagsrørsluni í yvir 30 ár áðrenn hon legði frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í fjør.
Tá ið vit spurdu hana, hvat hon heldur um leiklutin hjá fakfeløgunum, dylir hon ikki fyri, at hon er vónbrotin og at hon kundi hugsa sær, at tey gjørdu nógv meiri vart við seg.
- Samgongan hevur sett fulla ferð á at knúsa alt okkara vælferðarsamfelag sundur, sum hon málber seg.
Samgongan hevur givið teimum vælløntu ein stóran skattalætta og fyri at fíggja hann skulu øll nú rinda skatt av tí, tey rinda til sína egnu pensjón.
- Samstundis hevur samgongan kravt, at starvsfólk ongar lønarhækkingar skulu fáa, tí tey skulu eitast at hava fingið skattalætta ígjøgnum flatskattin.
Hetta er ovboðið hjá gomlu fakfelagskvinnuni.
- Tað er óhoyrt, at samgongan fer at blanda skattalætta til tey vælbjargaðu upp á samráðingar um løn hjá vanliga løntakaranum.

Skulu gera bart
Ingeborg Vinther heldur, at í hesum sambandi áttu fakfeløgini at gjørt bart og givið samgonguni greið boð um, at nú er hon farin yvir um mark.
- Ein skattalætti til tey vælbjargaðu hevur als onki við lønarsamráðingar hjá vanliga fólkinum at gera.
Fyrrverandi forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at so leingi fakfeløgini tiga, og lata hetta um seg ganga, góðtaka tey samstundis politikkin hjá samgonguni.
- Tað er hetta, sum er galið, staðfestir Ingeborg Vinther.
Hon vísir eisini á, at tær atfinningarsomu røddirnar, sum seta spurnartekin við politikkin hjá samgonguni, verða bara kvaldar.
Ingeborg Vinther sipar til ætlanina at avtaka Landsbankan, sum sjálvstøðugan stovn – og kanska Hagstovuna við.
- Hetta er so stórt brot á grundleggjandi fólkaræðið, at tað er ikki orð fyri tí, og fólkið fylgir bara viljaleyst við.
- Tað, sum fer fram í hesum døgum, er heilt óhugnaligt, leggur hon afturat.

Aðalverkfall
Ingeborg Vinther sigur, at hon saknar eitt veruligt útspæl frá fakfeløgunum.
- Eg haldi, at tey skuldu gjørt bart. Tað kunnu tey gera við at fara í aðalverkfall til samgongan hevur lagt frá sær, ella í minsta lagi til hon sleppur øllum tiltøkum, sum avmontera vælferðarsamfelagið.
Ingeborg Vinther sigur, at var hon virkin fakfelagsfólk í dag, hevði hon lagt alla orku í at fingið øll fakfeløgini við upp á eitt aðalverkfall.
Hon ásannar, at mótmælini hjá fakfeløgunum í sambandi við flatskattin og pensjónsskattin, munaði onki.
- Tí má sterkari lútur til fyri at steðga hesum ágangi á vanliga løntakaran, pensjónstum og teimum veiku bólkunum annara í okkarara samfelagi, leggur hon afturat.
- Samgongan hevur enntá gjørt greitt, at antin má pensjónsaldurin hækka, ella má pensjónin lækka.

Sleppa sjálvur undan
Men Ingeborg Vinther heldur, at tað allargrovasta av øllum er, at sjálvir sleppa politikarar undan at rinda til sína egnu pensjón, men kortini kunnu teir fara frá við fullari eftirløn, tá ið teir eru 60 ár, bara teir hava sitið átta ár í landsstýrinum, ella 16 ár í Løgtinginum.
- Tað rokningina skal skattgjaldarin eisini rinda.
- Ongin hevur hoyrt nakað líknandi, men samgongan fær alt ov lítið mótspæl frá fakfeløgunum!
Ingeborg Vinther heldur, at skal tað muna, er tað neyðugt, at fakfeløgini vísa samhaldsfesti og mótmæla í felag.
Men nettupp tað at vísa samhaldsfesti, heldur hon, er ein grundleggjandi trupulleiki í føroysku fakfelagsrørsluni.
- Tað vísir seg, at fakfeløgini í Føroyum standa ikki nóg væl saman, tá ið á stendur, staðfestir Ingeborg Vinther.

Fakfeløgini og politiskir
flokkar mugu samstarva

SAMSTARV Fakfeløg og politiskir flokkar eiga at fara undir eitt samtarv, heldur Ingeborg Vinther, fyrrverandi fakfelagsleiðari í yvir 30 ár

Áki Bertholdsen

Eg haldi, at stundin er komin til at fakfeløgini taka upp samstarv við politiskar flokkar, sum eru sinnaðir at røkja áhugamálini hjá fakfeløgum.
Tað heldur Ingeborg Vinther, sum var eitt av oddafólkunum í føroysku fakfelagsrørsluni í yvir 30 ár, til hon legði frá sær sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag í fjør.
Sostatt tekur hon undir við Sonju Jógvansdóttir, samskipara í Samtaki, sum rættiliga skeyt við skørpum eftir samgonguni á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag herfyri.
Hon helt, at stundin er komin til at fakfeløgini nú gerast meiri partapolitisk og fara í skipað samstarv við ávísar politiskar fakfelagsvinarligar flokkar.
Hetta er tekur Ingeborg Vinther fult undir við.
- Sum støðan er nú, sær út til, at tað er Fólkaflokkurin sum svingar taktstokkin og at hinir tríggir flokkarnir bara dansa viljaleysir við.
Ingeborg Vinther heldur, at tað er í tøkum tíma, at fakfeløgini taka upp samstarv upp við teir flokkar, sum vilja røkja áhugamálini hjá pensjónistum, lág- og miðalinntøkum.
- Politikkurin, sum hendan samgongan førir tænir bara einum endamáli og tað at er økja um stættarmunin í samfelagnum, ljóðar heilsanin sunnan úr Vági, har Ingeborg Vinther býr.