Føroyingar mugu hava tol

-Míni ráð til føroyingar, nú 2. útbjóðingin er farin av bakkastokki, er at vísa tol. Sjálvandi skal bjartskygni til, tí tað er tað, sum drívur verkið, men tað skulu nøkur verulig gjøgnumbrot til, áðrenn man kann fara at gita um framtíði Føroya sum oljutjóð.

Orðini eigur ein av teimum stóru kanónunum í almenna norska oljufelagnum Statoil. Gregory T. Himes er varaforseti fyri altjóða leiting hjá Statoil og hevur sera drúgvar royndir í oljuvinnuni kring allan heimin. Hóast arbeitt verður við nógvum verktætlanum í milliardaklassanum í øðrum stórum londum, so raðfestir hann kortini leitingina við Føroyar høgt. Hann var millum fyrilestrarhaldarnar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum. Í fyrilestri sínum heitti hann á føroyingar um ikki at taka nakað fyri givið, tí enn er bert skjøtil settur á leitingina. Hann vísti á, at oftani verður sagt, at 20% møguleiki er fyri at finna olju. Tvs. at ein út av fimm brunnum gevur úrslit. ?Eg haldi vit heldur eiga at vera realistisk og venda hesum við og siga, at tað er 80% møguleiki fyri, at einki verður funnið. Hóast hesa staðfesting, so fegnaðist Himes kortini um, at Statoil hevði fingið heili fýra loyvi aftrat til leiting á føroyska landgrunninum.

Himes sigur, at tað er ætlanin hjá Statoil at bora í næsta ár. Teir hava enn ikki ásett staðið, har borurin skal setast í. Í løtuni eru samráðingar um hetta millum bæði feløgini og við myndugleikarnar.

-Nú hevur tú arbeitt við oljuleiting kring allan heimin. Við tínari vitan og tínum royndum, hvussu góðir eru møguleikarnir fyri, at Føroyar gerast ein verulig oljutjóð tey næstu fimm til tíggju árini samanbera vit við leiting aðrastaðni í heiminum?

-Teir eru sera avmarkaðir. Hetta er eitt "frontier" øki tvs. eitt øki, har lítið er gjørt av kanningum og enn einki fund gjørt. Vit hava brúk fyri nøkrum veruligum gjøgnumbrotum á økinum. Møguleikarnir fyri sl íkum eru lágir, men fær tú gjøgnumbrot, so gera tey stóran mun.

Hóast hann velur at vera sera varin, so dylur hann tó ikki fyri, at Rosebankfundið í bretskum øki og beint við føroyska markið herfyri, var eitt slíkt gjøgnumbrot, og hann útilokar heldur ikki, at tað ber til at gera Rosebanklíknandi fund á føroyskum øki. ?Okkara ætlan er nú at skjóta seismikk í teigunum vit hava fingið og her ikki minst í loyvinum, sum liggur næst Rosbankfundinum. Vit vóna at kunna brúka vitanina og royndirnar frá kanningunum í loyvunum 3 og 6 í fyrstu rundu, tá vit fara undir skjóta nýggjan seismikk. Tá tað er gjørt vóni er betur at kunna svara spurninginum, hvussu áhugavert alt hetta sær út.

Gregory Himes vil avgjørt ráða føroyingum til at hava tol. Næsta ráð hansara er kortini eisini at vera bjartskygd. ?Eg eri í leitibransjuni. Eg hevði ikki kunnað gjørt tað eg geri, um eg ikki var bjartskygdur. Tit høvdu heldur ikki sæð Statoil gjørt so stórar íløgur í Føroyum og søkt um so nógv loyvi, um vit ikki eisini vórðu bjarstskygd.

Við sínum drúgvu royndum í Statoil og kunnleika sínum til føroyingar og Føroyar, heldur Gregory Himes, at tað er heilt náttúrligt og rætt, at felagið raðfestir Føroyaøkið so høgt í síni leiting. ?Tá eg tosi við fólk hjá Statoil og eri millum teirra føli eg, at ikki bert Statoilfólk men eisini norðmenn sum heild kenna eitt serligt tilknýti til Føroyar og føroyingar. Eg haldi eisini, at man hevur verið sera heppin við valinum av einum føroyingi at standa fyri leitingini og verkseminum her í oyggjunum. So eg síggi fram til eitt framhaldandi fruktagott samstarv við føroyingar.