NM-kappingin fyri U17-landslið er av. Venjararnir venda nú heim til sítt dagliga yrki og leikararnir til feløg síni, har teir hava sína dagligu gongd. Men tað eru ikki bara venjarar og leikarar og heldur ikki bara dómarar, sum hava verið til arbeiðis i samband við NM-kappingina.
Síðani mánadagin í farnu viku hava fleiri talentskótar frá evropeiskum stórfeløgum verið í Føroyum, fyri at vita um teir kunnu knýta okkurt stjørnuskoti at felagi teirra.
Her er talan um umboð fyri stórfeløg sum Arsenal, Liverpool, Manchester United, Schalke 04, Ajax og PSV Eindhoven, so tað var altso ikki hvør sum helst, ið var komin at hyggja at leikarunum.
Men hóast talan var um fleiri kend nøvn millum hesar talentskótar, so var tað serliga eitt navn, ið flestir ítrottaráhugaðir føroyingar komast við, og tað er Frank Arnesen. Maðurin við ábyrgdini fyri ungdómsarbeiðinum hjá Chelsea - ensku meistararnir og felagið við øllum milliardunum.
NM hevur høgt støði
Sosialurin hevði avtalu við Frank Arnesen leygardagin á miðdegi, um at fáa eitt lítið prát aftan á dystirnar hjá føroyska U17- og U19-landsliðnum.
Veðrið er so mikið illfýsi, at vit gera av at fara inn í FSF-húsið at práta aftur við einum krússi av kaffi, og eg spyrji hann, hvat honum dámar kappingina?
- Eg haldi tað vera eina ógvuliga áhugaverda kapping, har støðið hevur verið høgt. Og frá teimum, sum hava fylgt við longi havi eg skilt, at hetta er besta kappingin seinastu trý árini, greiðir Frank Arnesen frá.
Hóast hann hevur arbeitt sum talentskóti í fleiri ár, er hetta fyrsta ferðin, at hann er við til NM-kappingina fyri U17-landslið.
Og av tí sama hevur Frank Arnesen lagt seg eftir at síggja øll liðini spæla.
- Ja, nú dysturin millum U17-landsliðið hjá tykkum og Noreg er av, havi eg sæð øll liðini uttan tykkara U19-landslið spælt, og tað hava verið nakrir spennandi dystir at fylgt. Og nú er tað eisini soleiðis, at eg eri ikki einsamallur her í Føroyum og hyggi. Við mær havi eg tríggjar talentskótar, so vit hava helst fleiri ting, vit skulu kjakast um, tá vit koma heimaftur, fortelur Frank Arnesen.
Tá hesi orðini eru søgd, koma tríggir mans prátandi inn í hølini við fanginum fullum av hotdogs. Frank Arnesen fær ein burtur av og tað sama ger Jákup í Stórustovu, sum hevur syrgt fyri øllum talentskótunum meðan teir hava verið í landinum.
Og í millum kaffi og hotdogs gongur fótbóltsprátið víðari.
- Kappingin hevur eisini verið ótrúliga væl fyriskipað og alt hevur gingið væl og verið væl avgreitt, og tað haldi eg eisini at fyrireikararnir hava rós uppiborið fyri. Einasta sum er keðiligt hjá okkum talentskótum er, at allir dystirnir hava verið leiktir samstundis, tí tá havi eg bert havt møguleikan at síggja ein dyst um dagin. Men fyri allar aðrar partar er tað best, at alt verður avgreitt samstundis, so tað er ikki meiri enn rímiligt at tað er so, sigur Frank Arnesen.
Jákup verið millummaður
Jú, kappingin hevur gingið væl, tað kunnu øll, sum hava fylgt bara nøkulunda við, verða samd í. Men Frank Arnesen hevur ikki bara hug at rósa góðu fyriskipanini.
- Jákup hevur verið ein ótruliga góður maður hjá okkum, sigur Frank Arnesen og ristir í økslina á Jákup í Stórutovu.
- Hann hevur gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði, og hevur allatíðina vita og havt allar upplýsingar, sum vit hava vilja havt fatur í. Og tá vit so ikki hava hugt eftir dystum ella arbeitt á annan hátt, hevur Jákup skipað fyri ymsum tiltøkum og túrum fyri okkum og tað hevur verið framúr, sigur Frank Arnesen.
Ongin nýggjur Lampard
Sum áður nevnt, hevur Frank Arnesen sæð øll liðini spælt nú kappingin er av. Stóri spurningurin er so, hvat hann og hansara skótar hava fingið burtur úr kappingini.
- Hetta hevur avgjørt verið ein spennandi kapping, men tað verður ongin sáttmáli skrivaður við nakran av leikarunum í nærmastu framtíð. Tað gera vit ongantíð aftan á eina slíka kapping. Vit vilja altíð síggja ein leikara í longri tíð, áðrenn vit taka avgerð um, hvørt hann skal hava sáttmála ella ikki.
- So í eini kapping sum hesari hyggja vit fyrst og fremst at leikarum, sum vit meta hóska til okkara støði og vit høvdu fingið gleði av, og her í Føroyum hava vit sæð eini tveir, tríggjar og kanska fýra leikarar, sum vit halda vera áhugaverdar, og kanska fara at fylgja seinni, sigur Frank Arnesen.
- Teir leikararnir eru í millum 14 og 16, tí tað eru teir, sum eru spennandi fyri okkum at fylgja. Tá ert millum 16 og 18 ert tú helst partur av besta liðnum, meðan vit eru áhugaðir í teimum, ið eru yngri enn tað. Tí er tað eisini, at vit ikki hava hugt nakað serligt at tykkara U19-landsliðið, sigur Frank Arnesen og greiðir víðari frá, hvat teir vænta av leikarunum:
- Tá vit so undirskrivað ein sáttmála við ein ungan leikara, so rokna vit ikki við, at hann kemur inn og skal yvirtaka plássið eftir Shevchenko ella Lampard. Hann skal inn at prógva sítt virði. Prógva, at hann kanska er leikarin, vit kunnu byggja framtíðina upp á, sigur Frank Arnesen avgjørdur.
Mugu venja alt árið
Einasti dysturin stóri maðurin úr Chelsea sá føroyingar spæla, var stórtapi ímóti Noreg. Út frá tí er helst ikki rætt at spyrja, hvat hann heldur um føroyska liðið.
- Eg vil siga sum so, at føroyska liðið fekk eitt fantastiska flott úrslit móti Íslandi, men um føroyskur fótbóltur ynskir at menna seg, so fyrsta kravið, at leikararnir venja alt árið.
- Tað sigur seg sjálvt, at Føroyar ikki eru á sama støði sum hini londini, tá steðgurin frá fótbóltinum er so langur sum hann er. Tí er tað heilt víst rætt at longja kappingina, sum tit nú hava gjørt, men tað er ikki nóg mikið, tá vit í Onglandi spæla fótbólt alt árið, sigur Frank Arnesen.
- Eitt annað hugskot fyri at ment fótbóltin her kundi verið, at allir teir bestu leikararnir venja saman einaferð um vikuna, tí tað er nakað, sum er ógvuliga gevandi, fortelur Frank Arnesen og hyggur út í gjøgnum vindeyga.
Dysturin um triðja plássið í NM-kappingini er byrjaður. Finnland og Svøríki spæla. Frank Arnesen drekkur tað síðsta kaffi, sum er eftir í koppinum, knappar jakkan aftur og fer út hyggja at, um hann kanska ber eyga við onkran evnaríkan leikara, sum kundi verið ein framtíðar styrkur hjá Chelsea.