Føroyingar nummar fýra

Danska liðið vann altjóða OILSIM-finaluna í London

Nú er nú greitt, at føroyska endaði á fjórða plássinum í finalurin í OILSIM kappingini í London leygardagin
Tilsamans hava 1000 næmingar verið við í tiltakinum, sum er ein kapping ímillum miðnámsskúlar og í dag vóru bestu næmingarnir úr fimm londum í finaluni.
Í føroysku OILSIM kappingini vann ein bólkur við trimum næmingum á Føroya Handilsskúla í Tórshavn og saman við læraranum, Súsan Klein Gregoriussen fóru tey til London at vera við í finaluni
Umframt upplivilsi, er høvuðsvinningurin 2000 pund, ella einar 22.000 krónur.
Finalan endaði við donskum sigri, tað var eitt lið úr Esbjerg, sum vann. Grønlendingar vóru nummar tvey, Skoltland var nummar trý, Føroyar nummar fýra og norska liðið endaði aftast.
Tað er føroyska felagið Simprentis, sum skipaði fyri tiltakinum, sum Chevron og Maersk hava stuðlað sum eitt lið í teirra royndum at geva ungdómum eina grundleggjandi fatan av oljuvinnuni.
Jens Petur Bærentsen, rakstrarleiðari hjá Simprentis, sigur, at tey hava staðfest, at næmingar og lærarar í øllum londunum hava lært nógv um oljuídnaðin við at vera við í OILSIM. Hann sigur eisini, at næsta heyst verða tiltøkini enn meira umfatandi.
Umframt útbúgvingartiltøk av hesum slagi, skipar Simprentis fyri skeiðum fyri oljufeløg og onnur bæði í Føroyum og um allan heim.