Føroyingar hava ongantíð verið so raskir at vitja Rúsuna, sum teir vóru í fjør
Tað vísa nýggjastu hagtølini hjá Rúsuni.
Rúsan er akkurát liðug at gera rúsdrekkanýtsluna hjá føroyingum í fjør upp og tí kann tað nú staðfestast, at føroyingar hava ongantíð verið so nógv í rúsuni, sum í fjør
Í fjør drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 7,18 litrar av reinum alkoholi og tað eru 0,38 litrar meiri enn í 2006.
Men hetta er næstan ein heilur litur meiri enn hvør føroyingur í 1993, sum er fyrsta árið, Rúsan virkaði, tí tá drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 6,28 litrar av reinum alkoholi í part.
Væleydnaður rúsdrekkapolitikkur
Men hóast rúsdrekkanýtslan hjá føroyingum er kvinkað uppeftir síðani Rúsan kom, má kortini sigast, at almenni rúsdrekkapolitikkurin um at tálma nýtsluni, hevur eydnast.
Tað heldur í hvussu so er Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni.
- Hyggja vit eftir nýtsluni heilt aftur til 1970, er heilt greitt, at gongdin er tann rætta vegin, nevniliga, at nýtslan av brennivíni er minkandi sum heild og at nýtslan av veikari sløgum veksur.
Hon vísir eisini á, at hóast talan er um ein vøkstur, hevur nýtslan verið nøkunlunda støðug seinastu árini síðani rúsan kom og rúsdrekkanýtslan í Føroyum er framvegis nógv lægri enn í hinum norðanlondunum.
Men samstundis staðfestir hon eisini, at í Svøríki er rúsdrekkanýtslan nógv vaksin í fjør, uttan at hon hevur nakra forkláring upp á tað.
Men havast skal eisini í huga, at okkurt árið, áðrenn Rúsan kom, var nýtslan væl omanfyri tað, hon er nú. Í 1992, sum var síðsta árið, áðrenn rúsan kom, drakk hvør føroyingur yvir 15 ár heilar 8,8 litrar av reinum alkoholi og tað er tað er met – í hvussu so er síðani 1970.
Men í 1987 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 8,10 litrar av reinum alkoholi og í 1988 var talið 7,50 litrar.
Men tilsamans slepst so heldur ikki uttanum, at síðani 1970, er rúsdrekkanýtslan í Føroyum næstan tvífaldað, tí í 1970, drakk hvør føroyingur yvir 15 ár, 4,40 litrar av reinum alkoholi, men í fjør var nýtslan komin upp á 7,18 litrar av reinum alkoholi.
Drekka veikari
Men undir øllum umstøðum er tað ein greið gongd, sum er heilt týðilig og tað er, at nýtslan av brennivíni minkar, men at nýtslan av øli og víni veksur.
Fyrsta árið, Rúsan virkaði, drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 2,90 litrar av brennivíni í part, men í fjør var talið komið niður á 2,43 litrar.
Tá við vit drukku mest brennivín, var eisini metárið 1992, tá ið vit drukkku 4,16 litrar av brennivíni í part fyri hvønn føroying yvir 15 ár.
Hinvegin er nýtslan av víni vaksið úr 0,54 litrum fyri hvønn føroying yvir 15 ár í 1993, tá ið Rúsan kom, upp í 1,16 litur fyri hvønn í fjør.
Bara metárið 1992, drukku vit meiri vín, tí tá var nýtslan 1,47 litur fyri hvønn føroying yvir 15 ár.
Sama rákið sæst í nýtsluni av øli síðani Rúsan kom, tí í 1993 drakk hvør føroyingur yvir 15 ár 2,84 litrar av øli í part, men í hvør var nýtslan 3,58 litrar av øli í part til hvønn føroying yvir 15 ár.
- Miðað hevur verið eftir at fáa fólk at drekka veikari sløg og eg haldi, at tølini vísa, at tað eydnast, sigur Elsa Maria Olsen.
- Tað er ein gongd, sum er til at fegnast um, leggur hon afturat.
Men tað loypir í eyguni, at brennivínsnýtslan vaks bæði frá 2005 til 2006 og aftur frá 2006 til 2007.
Tilsamans er talan um ein vøkstur uppá 0,20 litrar hesi bæði árini og hetta er ein hampiliga stórur vøkstur, tá ið hugsað verður um gongdina í sjálvari brennivínsnýtsluni annars, har nýtslan hevur verið alsamt minkandi seinastu árini.
Elsa Maria Olsen veit ikki, hví so er, men ein forkláring kann vera, at tey hava fingið nógv ymisk sløg av vodka við ymsum spennandi smakkum, sum serliga fangar tey yngru og tað kann hava ávirkað nýtsluna uppeftir.
Annars sigur Elsa Maria Olsen, at tað vísir seg, at føroyingar eru alsamt eru farnir at keypa betri og dýrari vín.
- Føroyingar keypa meiri og meiri eftir dygd, heldur enn bara eftir sjálvum prísinum og tað er eisini ein gongd, sum er at fegnast um, sigur stjórin í Rúsuni.
- Eg haldi, at alt í alt er gongdin eitt tekin um, at føroyingar duga at drekka við máta, sigur Elsa Maria Olsen.