Føroyski bólkurin After Math fekk góða byrjan í tónleikakappingini Spot Amager.
Seinasta vikuskiftið var fyrsta innleiðandi umfarið - sjálvandi á Amager - og tað vann After Math. Bólkurin verður tí við, tá hálvfinalurnar verða í apríl mánaði.
Tónleikararnir í After Math plaga eisini at spæla undir navninum Malan Eyðunsdóttir Band, men í Spot Amager brúktu tey fyri fyrstu ferð navnið After Math.
Hetta navnið ætla tey at brúka, tá tey spæla sítt egna tilfar, meðan tey fara at spæla sum Malan Eyðunsdóttir Band, tá tey spæla til dansitiltøk, har nógv kopiløg eru á skránni.
Skaraðu fram úr
Fýra bólkar vóru við í hesum fyrsta innleiðandi umfarinum. After Math spældi sum nummar 3, og tá teir fimm dómararnir aftaná skuldu taka støðu til, hvør av bólkunum hevði spælt best, vóru teir á einum máli um, at tað hevði føroyski bólkurin.
Áskoðararnir atkvøddu eisini, men tær atkvøðurnar skuldu bara brúkast, um dómararnir ikki kundu semjast. Og tað kundu teir saktans, tí føroyski bólkurin skaraði fram úr.
- Tað gekk rættiliga væl hjá okkum, og eg haldi ikki, at teir bólkarnir, sum vit kappaðust við, høvdu eins nógvar royndir sum vit, sigur Torkil Olsen, sum er gittarspælari í After Math.
Saman við honum spæla Malan Eyðunsdóttir, Tróndur Bogason, Petur Dalsgarð og Jógvan Joensen í After Math. Tríggir av limunum í After Math hava spælt við í MC Hár.
Spæla í Keypmannahavn
After Math spælir modernaðan rocktónleik, sum tey sjálvi gera. Bólkurin stendur í felag fyri løgunum, meðan Tróndur Bogason skrivar teir ensku tekstirnar til sangirnar.
Limirnir í bólkinum hava spælt saman síðani 1997, og tey ætla at halda fram við tí. Tey tosa um at fara í upptøkuhøli fyri at taka sangir upp til eina fløgu, men tað liggur frammi í tíðini.
Fyrsta tiltakið á skránni er seinni hesum mánaðinum, tá tey fara at spæla í Føroyingahúsinum í Keypmannahavn.
Fríggjakvøldið 29. oktober spæla tey til cafékvøld, og tá verður tað sum After Math við teimum sjálvgjørdu løgunum. Kvøldið eftir verður dansur, og tá er tað Malan Eyðunsdóttir Band, sum stendir á pallinum. Tað er MFS, sum skipar fyri hesum tiltøkunum.
Vinnarin spælir á stórari konsert
Í apríl mánað skal After Math verða við, tá tær tríggjar hálvfinalurnar verða á Amager.
12 innleiðandi umfør eru í Spot Amager, sum er fyri tónleikabólkar á Amager, og samanlagt fara næstan 50 bólkar at verða við í kappingini. Fýra av limunum í After Math búgva á Amager, og tí eru tey við í kappingini. Ein bólkur sleppur víðari frá hvørjum av teimum innleiðandi umførunum, og hesir bólkar fara so at kappast um at koma í finaluna, sum verður einaferð í juni mánaði.
Tann bólkurin, sum vinnur Spot Amager, sleppur at spæla á konsertunum, sum verða kallað Femøren, og sum eru á Amager á hvørjum summari. Nógv túsund fólk plaga at leita sær til hesar konsertir, og áður hava heimskendir bólkar sum Deep Purple, Rainbow og Status Quo spælt har.
Tað er felagið Femøren, sum skipar fyri bæði Spot Amager og fyri konsertunum Femøren.