Onga aðrastaðni í heiminum sita so fá fólk í fongsli sum í Føroyum. Fyri hvørji 100.000 fólk sita 15 føroyingar inni dagliga, og hetta er nógv minni enn nakra aðrastaðni Hesi tøl framganga í eini kanning, International Centre for Prison Studies í King?s College í London hevur gjørt. Í kanningini luttóku 214 sjálvstøðug lond og ósjálvstøðug øki, har í millum Føroyar.
Sambært World Prison Population List sita dagliga í miðal 15 føroyingar inni fyri hvørji 100.000 fólk.
Hesi tøl gera, at Føroyar liggja langt aftast á hesum lista, og fyri einaferð skyld er tað flott at liggja aftast.
Ikki óvæntað liggur USA fremst á listanum. Langt fremst. Har sita dagliga 737 fangar fyri hvørji 100.000 fólk. Næst fremst er Russland, har í miðal 615 fólk sita inni um dagin fyri hvørji 100.000.