Føroyingar skulu hava sama rætt í Havnini sum útlendingar

Um summarið verður nógv orka brúkt til at reka føroyskar stuttleikabátar úr Vágsbotni

Nú skal tað kosta tað sama hjá einum føroyskum stuttleikabáti at liggja við bryggju í Havn, sum tað kostar hjá einum útlendskum báti.

Tað er ein spurningur Tórshavnar Býráð nú fer at viðgera - og helst verður tað samtykt eisini.

Sum reglurnar eru nú, er tað væl dýrari hjá einum føroyskum stuttleikabáti at liggja við bryggju í Havn, enn tað er hjá einum útlendskum.

Tórshavnar Býráð sigur, at fyri nøkrum árum síðani, vóru tað at kalla bara útlendskir seglbátar, sum komu til Havnar, men seinstu árini er talið á føroyskum, sokallaðum gardinubátum økt munandi, og nú er tað nærum líka nógvir føroyskir og útlendskir bátar, sum koma á vitjan.

Trupulleikin er, at er, at tað eru bara 14  pláss til gestabátar í Vágsbotni, og tað er alt ov lítið um summarið. Hinvegin hevur Tórshavnar havn havt ta mannagongd, at útlendingar hava fyrsta rætt at fáa pláss tí tey halda, at tað skal vera munur á einum, sum hevur siglt í fleiri dagar til Føroyar, og á einum, sum hevur siglt í 1-2 tímar av bygd.

– Um summarið verður nógv orka brúkt til at reka føroyskar bátar burtur úr Vágsbotni. Hetta eru fólk, sum koma til Havnar við báti, binda bátin og fara til hús aftur, fyri síðani at koma aftur við bili til Havnar fríggjakvøld ella leygarkvøld, sigur býráðið.
Føroyskir stuttleikabátar rinda 150 krónur um dagin fyri teir báðar fyrstu dagarnar, men síðani kostar tað 400 krónur um dagin.

Men teir útlendsku bátarnir rinda 150 krónur um dagin, sama, hvussu leingi teir liggja og tað hevur elvt til stóra misnøgd, at útlendingar sleppa bíligari enn føroyingar.

Tí heldur býráðið, at tað rættasta er, at bæði útlendingar og føroyingar rinda tað sama og tí skal býráðið nú taka støðu til eitt uppskot, sum sigur, at allir stuttleikabátar, bæði føroyskir og útlendskir, skulu rinda 150 krónur um dagin fyri fýra teir fyrstu dagarnar, men liggja teir longri enn tað, rinda teir 300 krónur um dagin.