John Johannessen
úr Keypmannahavn
Skulu føroyingar valda í Føroyum, skulu teir eisini gjalda.
Hesum eru flest allir danskir politikarar sambært politika eyglaðaranum hjá Politikken, Ninu Lauritsen, samdir í. Hon sigur, at føroyingar allar hægst kunnu vænta sær eina skiftistíð á fimm ár.
Nina Laurtizen heldur seg vita, at danski forsætisráðharrin hevur gjørt eina avtalu við andstøðuna á fólkatingi um at standa saman móti føroysa upplegginum um langa skiftistíð. Tískil kunnu útmeldingarnar hjá ávikavist Anders Fogh Rasmussen og Bent Bendtsen í útvarpinum fyrrakvøldið, um at skiftistíðin ikki verður long, metast sum ein felags meining fyri danskar politikarar - bæði úr samgongu og andstøðu.
Løgmaður bjartskygdur
Hóast hetta er løgmaður bjartskygdur. Hann sigur, at talan er um eina samráðingarstøðu, og tí er tað púra náttúrligt, at danir koma við slíkum útmeldingum.
? Eg eri vísur í, at vit fáa í lag eina góða avtalu, ið allir føroyingar kunnu taka undir við, eisini tá talan er um skiftistíð, segði Anfinn Kallsberg av flogvøllinum í Kastrup seinnapartin hósdagin.
Heldur ikki nýggjasta veljarakanningin, ið SvF og Sosialurin hava gjørt í felag, nervar løgmann. Sambært kanningini taka 45,5 prosent av føroysku veljarunum undir við fullveldisætlanini, meðan 44,8 prosent av veljarunum eru ímóti ætlan landsstýrisins. Sostætt kann ikki tosast um breiðan meiriluta fyri kanningini.
? Kanningin vísir heilt greitt, at føroyingar taka undir við, at landsstýrið hevur sett hol á samráðingar um ríkisrættarligu støðuna, og eg eri sannførdur um, at so hvørt nýggjur sáttmáli kemur undir land, fer talið av teimum, ið taka undir við ætlan landsstýrisins, at vaksa, sigur løgmaður.
Ov veika umsiting
Á Christiansborg eru tey ikki heilt samd við Anfinni Kallsberg. Danir halda, sambært politiska eygleiðaranum hjá Politikken, at Føroyingar als ikki eru førir fyri at taka fullveldi.
? Føroyska umsitingin er ov veik. Hetta hava vit fleiri dømi um. Millum annað sóu vit hetta, tá Føroya Banki í síni tíð fór á heysin, sigur Nina Lauritzen.
Danska fjølmiðlakvinnan sigur seg eisini vera vísa í, at danskir politikarar halda uppleggið hjá landsstýrinum um, at øll mál skulu takast yvir, og at nøkur teirra síðani skulu latast dønum aftur at umsita, vera løgi. Hon heldur, at betur hevði verið, um føroyingar spakuliga arbeiddu seg fram ímóti fullveldi, so hvør teir vóru førir fyri tí.
Fáa fullveldi
Nina Lauritzen ivast kortini ikki í, at føroyingar fara at fáa fullveldi. Men tað verður ikki eftir tí leisti landsstýrið vil.
? Danir eru við at gerast troyttir av føroyingum. Teir vilja fegnir lata føroyingar fáa fullveldi, men so gevast danir at gjalda. Tað er jú púra náttúrligt, sigur danska tíðindakvinnan.