Tann almenna skuldin hjá Føroyum er áleið tann sama sum hjá hinum Norðurlondunum. Tað vísir ein uppgerð hjá Landsbankanum, og her er talan um skuldina hjá landskassanum, kommunum, sosialum grunnum og nøkrum almennum fyritøkum.
Men afturfyri er skuldin hjá Føroyum væl undir hámarkinum hjá gjaldoyrasamstarvinum í Evropa, EGS. Og Landsbankin sigur, at hetta er gott, tí føroyski búskapurin er lítil og viðbrekin, og tí kunnu almennu Føroyar ikki vera líka skuldarbundnar sum størri lond.
Stórur munur er á almennu skuldini í ymsum londum. Skuldin hjá Norðurlondum er lutfalsliga lítil, men skuldin hjá fleiri londum í suðurevropa er so stór, at tað er ein búskaparligur trupulleiki.
Við ársenda í 2017 var skuldin hjá Føroyum var 36 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ og lutfalsliga er skuldin sostatt umleið líka stór sum hjá hinum Norðurlondunum.
Hámarkið hjá EGS fyri, hvussu stór almenna bruttoskuldin kann vera av BTÚ, er 60 pro.
Eitt lán upp á 500 milliónir frá Danmark varð strikað í fjør, tí afturgjaldingin var treytað av, at Føroyar høvdu funnið olju í undirgrundini áðrenn juni 2018.
Harafturat rindar landskassin minst 700 milliónir aftur av skuld seinni í ár. Samstundis varð mett, at BTÚ fer at hækka 2,4 prosent í fjør og 3,6 prosent í 2019. Tí verður mett, at almenna skuldin kemur niður í 27% av BTÚ í 2019.
– Tað hevur størri týdning fyri føroyska búskapin enn fyri størri búskapir, at tað almenna ikki er ov skuldarbundið. Føroyski búskapurin er ikki líka fjøltáttaður, sum búskapirnir í størri londum, og tí er hann meira viðbrekin, sigur Landsbankin.