Elin Egholm Rossander
Sig mær, hvat ólukkan fyrigongur í Føroyum.
Hatta var púrasta óhoyrt, tá vit vóru ung og búðu heima. Ikki at tad var burturúr spennandi hjá teimum samkyndu, men tey fingu frið til at vera til, stórt sæð á sama hátt sum øll onnur.
Vit skullu aftur til 70`ini.
Tá vóru eingir politikarir, íð hættaðu sær at happa nakran sum helst, tí tá høvdu vit "øll" onnur mælt ímóti.
Hákonjuktutrur var, upprørslutíðin markeraði seg av álvara móti -Det bestående samfund-
Blomsurbørnini høvdu eitt mál:
PEACE LOVE AND UNDERSTANDING.
Í øllum grannalondunum og eisini her niðri í Danmark hevur tað borið frukt, meðan tað í Føroyum stagneraði,og nú er tað totalt kúvent.
Trupulleikin er, at teir kristnu fundamentalistarnir vóru bodnir við í tað politiska lívið í Føroyum., og hvør tramin hevur skyldina í tí? Ja, tað má so vera teir politikarir, sum ganga inn fyri hugsunarhátti kristnu fundamentalistana.
Føroyingar halda seg vera so kristiligar, men næstan eingin er so ókristiligur, sum akkurát føroyingar. Um nakað helviti er til, so MÁ tað vera har, teir kristnu fundamentalistarnir enda.
Eg eri vaksin upp við, at tað ikki er loyvt nøkrum, fyriuttan Guði, at døma onnur. Og í Guðs eygum eru vit øll líka, óansæð kyn, húðlit, politiskan yvirbevísning og sexuellan rætning. Tað er góð siðing. Eitt tekin um, at tú veruliga elskar næsta tín sum sjálvan teg. Samtíðis kunnu vit eisini hervið avleiða, at teir kristnu fundamentalistarnir ikki elska seg sjálvan. Tí vit vita frá sálarfrøðini, at um tú ikki hevur lært at elska teg sjálvan, so ert tú heldur ikki førur fyri at elska onnur. So teir elska als ikki onnur, tíðansheldur tey samkyndu.
Alt hatta tvætlið sum teir kristnu fundamentalistarnir royna at billa øllum inn, nevniliga at teir halda tað vera so synd í teimum samkyndu, og tí vilja teir so fegin hjálpa teimum á røttu leið, hoyrir ongastaðni heima. Vit skriva 2006. Nú mugu teir hava turt uppá. Teir kristnu fundamentalistarnir hava bert eitt í heysinum, og tað er pengar og veldi, og veldi og pengar. Tey bæði tingini hanga ónoktiliga saman. Og teir fáa bæði tingini forerandi kvit og frit frá øllum teimum ið ikki mótmæla, ikki tíma/orka at seta spurnartekin við teirra møsn.
Eitt gamalt orð sigur at: "den som tier, han samtykker"
Og tað sum hendir er jú, at hvørja ferð teir fáa loyvi til at framseta teirra. sjónarmið, óviðmerkt, við bíbliuni í hond, har teir hvørja ferð sitera bíbliuna, eisini tá tað snýr seg um politisk sjónarmið, og onnur heilt vanlig mál, sum í veruleikanum einki hava við bíbliuna at gera, ja so fáa teir ein fót innum afturat. Tað verði seg spurningar um rúsdrekka, rakstur, fólkaskúlan, mentan í heila tikið, og nú eisini um samkynd hava loyvið til at luttaka, les liva, í tí føroyska samfelagnum.Teir hava eisin longu stóra ávirkan á føroyskt vinnulív.
Pengar, ræði, ræði, pengar.
Og so hvørt sum teir fáa meir og meir ræði, ja so deila teir tað út til tey, sum hava somu hugsan sum teir. Ikki til ein og hvønn, nei, nei og slett ikki til ein samkyndan. Er nakar, sum kennir ein økonomisk ikki væl fyri kristnan fundamentalist? Vit eru nógv, íð minnast gulu songbókina frá 1977 citat:
"minnst til, um tú vilt á tann himmalska veg,.
at ríkidømi er alt"
Í meðan blíva tey, sum eru við minnilutan hildin niðri, ja og í dag eisini traðkað á.
Tví skammið tykkum har uppi.
Hvør hevur givið teimum kristnu fundamentalistunum rætt til at døma onnur. Hevur Guð nækrantíð biði teir, framum øll hini, um at hjálpa sær við at tulka bíbliuna á ein heilt ávísan hátt? Ella hava teir bara tikið sær tann rættin. Ja, eg spyrji bara?
Eru nakrir aðrir samfelagsbólkar, íð eru líka so fordømandi sum teir kristnu fundamentalistarnir? Altso fyriuttan allir hinir religiøsu fundamentalistarnir eisini. Nei. -Jú forrestin. Tað skuldi líka verið teir við nazistiskum tankagangi,sum heldur ikki kunnu geva rúm fyri menniskjum ið síggja annarleiðis út, og/ella tonkja annarleiðis. Og eg má viðurkenna , at eg dugi ikki at síggja, at tann eini bólkurin er betri enn hin. Allir bólkarnir svína minnilutabólkarnir til.
Hví er tað so akkurát, at eg komi inn á hetta evnið í samband við, at fleiri samkynd, her í seinastuni, eru yvirfollin í Føroyum? Jú, teir kristnu fundamentalistarnir indoktrinera tann meiniga mannin og harvið eisini ungdómin, sum so tekur stig til ógerðir, eitt nú, at samkynd blíva bukað av í býnum.Og at tey blíva trúða í teirra egna heimi.Og ungdómurin er og verður framtíðin. Tí verða føroyingar noyddir til at mótmæla NÚ. Tit ungu í Føroyum noyðast at innsíggja, at tit gera tað skitna arbeiði fyri politikkarnir. Bæði fyri teir kristnu fundamentalistarnir og fyri teir politikarir, sum hava somu hugsan sum teir. Tit straffa tey samkyndu. Tad er Hitler jugend om igen. Politikkarnir tora ikki sjálvir at gera tað, tí so blíva teir jú straffaðir. Men global kemi er bara soleiðis innrættað, at alt tað góða tú ger her í lívinum, kemur aftur til tín. Men tað ger alt tað ónda altso eisini. Á ein ella annan hátt kemur tað syngjandi tilbakar, antin sum nakað stórt og gott, ella sum ein syngjandi lúsingur. So óstraffaðir verða teir so ikki politikkarnir
Føroyingar vaknið upp, og markeri tykkum, sláði í borðið, gangi kravgongu, "kvalið" teir kristnu fundamentalistarnir, rópa hinir politikarnir upp, um ikki annað, so vel tey røttu fólkini inn á ting. stilla krøv um, at líkastilla øll menniskju. Veljið fólk á ting sum vilja føroyingum, øllum føroyingum, tað besta av tí besta. Út við Jantelógini, út við gamlari, skerdari, stillstandandi hugsan og inn vid sunnum sjálvbjargnum hugsunnarhátti.
Eitt gamalt orð sigur at: "Den som tier, han samtykker"
Eitt gott hugskot er kanska at lesa "Øje for øje" eftir Egon Clausen, tí tað er tann vegin tað gongur í Føroyum. Um ikki annað, so fær ein sær eitt rimmar grin yvir, hvussu ymiskar religiónir, eitt nú kristindómurin, hava útvikla seg ígjøgnum tíðirnar, og hvussu avbera korruptir fundamentalistar í heila tikið eru. Og tá hon er lisin, so vænti eg, at nógvir føroyingar
1) fara at síggja komikkin í, at teir kristnu fundamentalistarnir í Føroyum yvirhøvur hava fingið tilluska sær so nógva megi
2)fara at velja annarleiðis inn á ting, enn higartil.
Meeeen nú kann tað verða, at bókin blívur bannlýst í Føroyum, hvør veit?