Føroyingar sleppa at hitta Gro

Sunnudagin 29. apríl fáa føroyingar møguleikan at hitta Gro Harlem Brundtland á forkunnugum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

 

Hon var fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Noregi, og hon hevur verið ovasti leiðari fyri heimsheilsustovnin, WHO. Hon stóð eisini fyri nógv umrøddu Brundtland-rapportini, sum snýr seg um at loysa avbjóðingarnar við umhvørvinum í framtíðini.  

 

Og nú kemur hon til Føroya!

 

Tað verður sunnudagin hin 29. apríl, at føroyingar fáa møguleikan at hitta Gro Harlem Brundtland á forkunnugum tiltaki í Norðurlandahúsinum.

 

Óluva Zachariasen, journalistur, fer at gera samrøðu við Gro Harlem Brundtland um leiðina upp á hægstu politisku tindar í Noregi.

 

Hvat var tað, sum kyndi politiska neistan í henni, hví tað júst var hon, sum gjørdist fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Noregi? Journalisturn fer eisini at spyrja, um kvinnur eru frægari leiðarar enn menn?

 

Gro Harlem Brundtland, sum í dag er 78 ára gomul, er virkin í felagsskapinum The Elders. Hetta er ein felagsskapur við fyrrverandi statsleiðarum, sum arbeiða fyri at loysa fleiri av heimsins trupulleikum.

 

Hvørjar eru so hesar dyr, sum gamlir leiðarar duga betur at lata upp enn teir yngru?

 

Eisini fer Gro Harlem Brundtland at svara spurningum um, hvussu vit kunnu handfara avbjóðingarnar sum eitt nú flóttafólk, veksandi fremmandaótta, kjarnorkudubbing og einum Evropa í spjaðing.

 

Kunnu vit gera nakað, og hvussu kunnu vit venda ótta til virkni?

 

Tiltakið við Gro Harlem Brundtland í Norðurlandahúsinum verður sunnudagin 29. apríl frá klokkan 17-19, og atgongumerki á 295 krónur kunnu keypast í Norðurlandahúsinum ella á www.nlh.fo