LLP
í 2006 var ein føroysk sendinevnd í Brússel við fyrispurningi um føroyska atgongd til LLP samstarvið, men enn er einki komið burturúr. Sum skilst verður bíðað eftir, at ein granskingaravtala er komin uppá pláss.
Tað merkir, at vit hava meldað pass til eina sera slóðbrótandi og mennandi samstarvsavtalu innan útbúgvingarøkið.
Ein annar møguleiki
Men hóast vit ikki koma við í samstarvið, so eru einar bakdyr, ið vit kunnu nýta.
Vit kunnu nevniliga gera okkum nakrar praktiskar royndir, til dømis í verkætlanum, eftirútbúgvingarskeiðum fyri lærarar, starvsvenjing og sonevndum ”job-shadowing”. Eisini kundu vit luttikið í evropeiskum ráðstevnum.
-Men fyri at koma við í LLP-samstarvið, krevst tað, at vit sjálvi rinda kostnaðin, og tí mugu føroyskir myndugleikar seta pening av til endamálið, vísir Elisabeth Holm á.
Og tað er kanska eitt eymt evnið í hesum døgum.
- Fyri meg er hetta ikki ein spurningur, um vit hava ráð at vera við, men um vit hava ráð at lata vera. Tí um koma við í samstarvið fáa vit nøkur týdningarmikil rættindi, vísir Elisabeth Holm á.
Tað gevur millum annað rætt til at søkja ES-stuðul til útbúgvingarvirksemi á jøvnum føti við aðrar borgarar í ES.
-Verða vit alment við í samstarvinum, nýtast vit ikki at eyðmýkja okkum við at ganga ígjøgnum ymsar bakdyr. Tá verður til dømis eingin forðing hjá lærarum og starvsfólki á skúlaøkinum at biðja um samstarv við okkum, sigur Elisabeth.
Í verandi støðu ber ikki til hjá ES-borgarum at nýta ES-pening til at vitja eitt 3. land sum okkum, fyri at koma til Føroyar á fundir, skeið, lestrarferðir og annað.
Fyrimunir við LLP samstarvinum
Sambært Elisabeth Holm er tað týdningarmikið at Føroyar fáa sær atgongd til samstarvið.
- Um Føroyar koma við í LLP fara vit at fáa eitt altjóða samstarv, ið mennir skúlaverkið og gevur interkultrellar førleikar. Bæði næmingar, lesandi og lærarar fara at fáa altjóða royndir, og samstarvið fer at lata upp fyri nýhugsan og innovatión, sigur hon.
Harafturat fáa vit atgongd til bæði fakliga og persónliga førleikamenning, umframt eftirútbúgvingarmøguleikar.
- Við at býta royndir millum okkara, kunnu vit læra av øðrum og fáa íblástur. Vit fáa innlit í útbúgvingarskipanir í øðrum londum, og fáa møguleika at menna okkara málsligar førleikar og skapa netverk. Og í mun til at vera passivir eygleiðarar, verða vit virknir luttakarar, vísir Elisabeh á og heldur fram,
- Tað er harumframt í tráð við bæði samgonguskjalið og visjón 2015, so tað skuldi ikki verið politiskur illvilji ímóti at lata hesar dyrnar upp.
Gevið fólki møguleikar!
Innan hægri útbúgvingar liggja veldugir menningarmøguleikar, um vit fáa skipað samstarv umvegis Erasmusskipanina. Orsøkirnar eru fleiri.
- Kanska verður tað meira lokkandi at lesa í Føroyum, um tað verður eitt natúrligt tilboð hjá øllum lesandi at taka ein part av lestrinum í øðrum landi, og um útlendskir studentar uttan forðingar kunnu koma til Føroyar í eitt tíðarskeið.
- Og hugsa vit um flytføri hjá starvsfólkum, so fáa tey eisini møguleika at fara aðrastaðni at menna seg, uttan at skula siga farvæl við Føroyar, staðfestir Elisabeth.
Nógv verður tosað um at fáa vælútbúgvið fólk at støðast í Føroyum, og hetta hevði verið ein upplagdur møguleiki til tað.
- Í dagsins samfelag er ongin, ið ynskir isolation og stagnatión, men Føroyar eru bæði isoleraðar, og kanska eisini um at stagnera . Hugsandi fólk mennast av og trívast best við at samstarva við onnur tvørturum landamørk. Við at standa uttanfyri avskera vit okkum frá eini ørgrynnu av menningar- og útbúgvingarmøguleikum, slær Elisabeth fast.
Sum er fara nógv tey flestu uttanlands at lesa, og kanningar vísa, at vælútbúgvin vaksin koma ikki heimaftur eftir loknan lesnað. Tað merkir eisini, at tað eru nógv føroysk børn, ið vaksa upp í øðrum londum.
- Heilt stutt kunnu vit siga, at við at luttaka í LLP flyta vit ikki besta tilfeingi okkara - børn, ung og vælútbúgvin vaksin – av landinum. Tvørturímóti fer altjóða samstarvið á útbúgvingarøkinum at geva teimum atgongd til spennandi og mennandi møguleikar her á landi!
Les meiri um eftirútbúgvingar til lærarar: www.ciriusonline.dk/Default.aspx?ID=415.
Skeiðsdatabasa:
ec.europa.eu/education/trainingdatabase/.
----------------------------------
Ein umfevnadi kanning av Comeniusskipanini vísir staðfestir, at motivatiónin hjá næmingum, sum eru við í tvørlandaligum verkætlanum økist munandi. Tá eitt annað land í Evropa kemur inn í flokshølið hjá børnum og ungum, skapar tað heilt nýggjar lærumøguleikar.
Les meiri um kanningina á:
ec.europa.eu/education/programmes/llp/impact_en.html
--------------------
Luttakaralond í Lifelong Learning Programme eru:
Tey 27 ES limalondini
Ísland
Noreg
Liechtenstein
Turkaland
EFTA lond við EBS avtalu
Higartil hava Føroyar onga avtalu um LLP luttøku, men um neyðug fígging verður sett av til økið, ber til at luttaka sum sonevndur ”silent partner”. Tað merkir, at vit ikki kunnu søkja stuðul úr ES, men mugu bera allan kostnaðin sjálvi. Men tað vildi givið atgongd til ávís týdningarmikil økið av samstarvinum.