Landsliðsfótbóltur
? Tá ið føroysku landsliðsspælararnir lata seg í tjóðarbúnan geva teir eg 100%. Tað nytist teimum ikki stuðul frá okkum til.
Tað sigur jugoslaviski landsliðsvenjarin, Dejan Savicevic, í samrøðu við jugoslaviska ítróttarblaðið Sport Journal.
Milan Cimburovic, jugoslaviskur ungdómsvenjari á Tvøroyri, var so beinasamur at týða greinina fyri okkum.
Úrslitið av landsdystinum ímillum Føroyar og Slovenia fær alstóran týdning fyri Jugoslavia, tí Føroyar skal taka stig fá Slovenia, skal tað eydnast Jugoslavia at vinna beinleiðis pláss í HM umdanspælinum.
Blaðið hevur spurt jugoslaviska venjaran, hvussu møguleikarnir eru hjá føroyingum at fáa stig ímóti Sovenia.
Jugoslvavia skal spæla heima ímóti Luxemburg, men tað verður mett at vera sjálvsagt, at teir vinna.
Eitt nú spyr blaðið venjaran ,um tað kann koma uppá tal at stuðla føroysku spælarunum fíggjarliga fyri at eggja temum til at geva eitt sindur eyka ímóti Slovenia.
Men tað heldur venjarin er óneyðugt.
Hann sigur, at hann hevur verið í Føroyum og at føroyingar eru eitt ógvuliga rættskaffið fólkaslag. Tá ið føroysku spælararnir fara í tjóðarbúnan geva teir seg altíð 100%. Føroyingar spæla við hjartanum og stríðast altíð til seinasta bríksl, so tað er óneyðugt at eggja teir við pengum. Hann heldur tó, at møguleikin fyri, at føroyingar fáa stig ímóti Slovenia er ikki stórur, men teir trúgva upp á tað til tað síðsta.