Tá ið vit frættu frá Jens Guð herfyri, legði hann dent á, at Jógvan Hansen ikki er einasti føroyski tónleikarin, sum stendur seg væl í Íslandi í løtuni. Ein fløga er givin út, sum ber heiti ?Rokkland?. Á hesi fløgu eru løg við ymiskum altjóða og íslendskum rokkbólkum. Ein av hesum bólkum er føroyski 200. Tað eru teir Íslendsku útvarpsvertirnir, ið hava valt út løgini, sum eru at finna á hesi fløgu, og eitt av løgunum er ?Exodus (2015)? hjá fólkakæru punkarunum í 200.
Og fløgan gongur sum heitt breyð. Sølubúðirnar selja heilt nógv eintøk av hesi fløgu. Í farni viku var henda fløga nr. 11 á sølulistanum, men hesa vikuna liggur hon á einum flottum 2. plássið. Hetta er hástøkk millum nýggjar fløgur á listanum. Sambært Jens Guð merkir hetta, at túsundavís av íslendingum lurta eftir 200 við hús. Áður hava hesir somu íslendingar einans hoyrt 200 í útvarpinum.
Jens Guð heldur, at føroyskur tónleikur er høgt í metum í Íslandi í løtuni, og fer hetta at styrkja um undirtøkuna á komandi Atlantic Music Event, sum verður hildið í Reykjavík 31. mars. Vit á Planet fara at hyggja nærri at Atlantic Music Event ein av komandi døgunum.