Føroyingar svimja í 12 av 12 møguligum finalum í kvøld

(OYL) Møguleikarnir fyri føroyskum heiðursmerkjum í svimjihøllini eru aftur til staðar í kvøld.

Føroyar kappast við Oynna Man og Jersey um at gerast besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Higartil hava Føroyar vunnið 12 gull, og Oyggin Man og Jersey hava vunnið átta gull hvør.

Føroysku svimjararnir fáa í kvøld møguleikan at staðfesta fyrsta plássið í kappingini millum londini, tí vit hava umboð í øllum 12 kappingunum, ið eru í svimjihøllini í Gibraltar í kvøld.

Til ber at stroyma allar 12 finalurnar á kvf.fo. Solby Christiansdóttir sigur frá.

Finalurnar í kvøld eru hesar:

100 metrar blandað kvinnurVár Erlingsdóttir Eidesgaard
400 metrar frí mennÓli Mortensen og Rókur Trygvason
200 metrar firvald kvinnurRebekka Trygvadóttir
100 metrar rygg mennAlvi Hjelm
100 metrar frí kvinnurVár Erlingsdóttir Eidesgaard
50 metrar frí mennRóland Toftum og Rókur Trygvason
50 metrar rygg kvinnurSignhild Joensen
200 metrar bringa mennRókur Trygvason og Alvi Hjelm
800 metrar frí kvinnurVár Erlingsdóttir Eidesgaard
Fýra ferðir 100 metrar blandað kvinnurFøroyar
Fýra ferðir 50 metrar frí mennFøroyar
Átta ferðir 50 metrar frí kvinnur og mennFøroyar

(Kelda: kvf.fo)

##ms##