Í dag er fyrsti sunnudagur í advent, og sum siðvenja er á hesum degi, so verða jólini sungin inn við Danmarks Radio. Tónleikarar og kór úr danska kongaríkinum koma at syngja jólasangir í "Danmarks synger julen ind".
Føroyingar vera eisini við til at spreiða tann góða jólastemningin í kvøld, tí á skránni eru bæði Húsakórið, sum er eitt føroyskt kór í Keypmannahavn, og Teitur.
Sendingin verður send beinleiðis á DR K nú klokkan 19:00, og hon kann stroymast beinleiðis her.