Føroyingar trúgva upp á jólamannin

- Bitland er eitt samtak, sum hevur 12 føroyskar eigarar. Men Bitland er annað og nógv meira enn tað. Bitland er ein visjón um eitt land - Bitland. Tað er í mínari útlegging ein visjón um at bróta onki minnið enn eina ómetaliga skaðiliga megi

Tað sigur Tróndur Djurhuus, formaður í nevndini hjá smápartafelagnum Bitland. Felagið hevði hósdagin eitt sokallað BitTing á Hotel Føroyum, har hugleitt varð um Bitland, teirra virksemi, og teirra visjónir - serliga visjónirnar hjá formanninum Trónda Djurhuus.

Tann ónda ringrásin við jólamanninum
- Tann ónda ringrásin vísir seg upp á tann mátan, at tá trúgva vit, politikarar og onnur, upp á ein æviga høgan fiskastovn, varandi høgar fiskaprísir, og jólamannin. Tað merkir, at okkum nýtist ikki at gera íløgur í nakað annað í framtíðini. Okkum nýtist ikki at gera íløgur í vinnumenning. Okkum nýtist ikki at gera íløgur í gransking. Tí tað gongur jú fínt. Hetta er í mótsetning til tær tíðirnar, hvar tað til dømis er vánaligur fiskiskapur. Tá ber onki til, og vit hava ikki ráð til at investera í framtíðina. Og tað er ein ringrás, sum tað ongantíð fyrr hevur verið so týdningarmikið, at fingið brotið hana, sigur formaðurin í nevndini hjá Bitlandi.
Tróndur Djurhuus finst at fyrrverandi samgongum og núverandi samgongu um teirra hugburð til vinnumenning. Føroya Landsstýri skar í játtanini til gransking, tá løgtingsfíggjarlógin varð samtykt, við teirri grundgeving at sparingar vórðu framdar allastaðni, og tískil mátti granskingin eisini verða fyri skerjingum.
- Øll vita, at eg arbeiði á eini fyritøku, sum hevur gjørt stórar sparingar. Men vit hava ikki skorið niður upp á tær upphæddirnar, sum vit seta av til menning og gransking, sigur Tróndur Djurhuus, sum eisini er menningarstjóri í Føroya Tele.

Ómetaliga áhugaverdir politikarar, men lítil stertur
Men Tróndur sigur, at glottar eru at hóma viðvíkjandi politikarum og teirra áhuga og vilja at raðfesta gransking og vinnumenning hægri.
- Tað eru eisini uppmuntrandi ting. Tá ein tosar mann til mann við fleiri politikarar, so fær mann ómetaliga interessant prát. Og eg haldi, at tað skal vera ein uppgáva hjá Bitlandi at hjúkla um tað sambandið, soleiðis at vit kunnu verða við til at venda tí politiska vektorinum, ella hvønn veg mann hyggir í Føroyum. So fáa vit í hvussu so er ein búskap við høvdi, men bara partvís við sterti, sigur Tróndur Djurhuus.

Vinnulívið sum Songbók Føroya Fólks
- Hyggja vit at Írlandi, so var Írland eitt neyðarsligt og fátækt landbúnaðarland fyri ikki so langari tíð síðani, faktiskt relativt fáum árum síðani, hvar teirra vinnulív minti um allar hesar balladurnar, sum vit sita og syngja, hvar tað er so synd í øllum. Men írar hava latið hatta verðið eftir í fólkasanginum og hava broytt sítt vinnulív til at vera high-tech, soleiðis at Írland í dag er eitt av teimum londunum, sum er fremst í Europa, sigur Tróndur Djurhuus.
- Men í Føroyum minnir vinnulívið enn ov nógv um tað, sum stendur í Songbók Føroya Fólks. Vit hava ikki gjørt skilnað millum framtíðarbúskapin og okkara fólkasang, heldur Tróndur Djurhuus.

Politiska elitan
- Og tað er kanska har, at vit skulu gera nakrar broytingar. Vit mugu taka tað langa seiga toyggið, sum tað er at koma fram til nøkur nýggj vinnulív. Men, og nú vendi eg mær til nakrar serligar addressatar, tað krevur eisini eina politiska elitu í landinum, sum er til reiðar at gera tað, sigur Tróndur Djurhuus.
Hann heldur, at politiski hugburðurin til gransking og vinnumenning er øvugtur.
- Gransking og vinnumenning eru útreiðslur og ikki neyðugar íløgur, soleiðis sum tað í veruleikanum er. Vit svíkja ungdómin við at arbeiða upp á handa mátan politiskt og nokta ungdóminum ta vælferðina, sum vit halda er ein sjálvfylgja í dag, sigur Tróndur Djurhuus.

Landsskaðiligt og monokulturelt
Tróndur Djurhuus leggur tó dent á, at hann virðismetir tað etableraða vinnulívið, serliga fiskivinnuna og framtaksmennirnar í fiskivinnuni. Men hann saknar ein fjøltáttaðan hugburð.
- Ongin skal misskilja meg. Eg havi sum allir aðrir føroyingar stóra virðing fyri teimum pionerunum, sum ímóti øllum odds offraðu bæði lív og heilsu og familjulív fyri at vinna okkum fantastiskt inntøku-potentialir aðrastaðni til havs. Ongin ivi um tað.
- Men eg haldi ikki, at vit hava tænt teirra entreprenørship. Vi hava gjørt tað til skammar við at skula basera alla okkara vælferð á tað entreprenørship?ið hjá tí einstaka, sum offraði seg og sítt fyri at finna ein fiskastovn, sum vit kundu troyta. Tað er ikki at heiðra viðkomandi, at so at leggja alt okkara lív og levnað á heðrarnar hjá tí einstaka entreprenørinum. Tvørturímóti.
- Hetta hevur hildið okkum í einari monokulturellari tvingu, sum er ómetaliga ósunn fyri okkum. Og hon er landsskaðilig. So um vit skulu tosa um landsskaðiligt virksemi í framtíðini, so er tað kanska har tað liggur, sigur Tróndur Djurhuus at enda.