Polung er tvørpolitiskur felagsskapur, sum varð endurstovnaður fyri tveimum árum síðani.
- Vit bóru hetta málið fram í HUXA, men tað var beinanvegin greitt, at løgdu vit tað fram sjálvi, fór tað neyvan at fáa undirtøku. Tí løgdu vit tað fyri Polung, og har fekst semja um uppskotið, sigur Linda Niclasen.
Í alt 15 føroyskir ungdómar umboðandi allar flokkar á tingi hava um vikuskiftið verið í Finnlandi á fundi hjá Ung Nordisk Råd, har uppskotið um at norðurlendsku londini ikki skulu taka lut í revsitiltøkum, sum ES møguliga fer at seta í verk móti Føroyum.
- Vit fingu stuðul frá øllum londunum, undantikið onkrum norðmonnum, so tað er ógvuliga stórt hjá okkum, sigur Linda Niclasen.
Hon ivast onga løtu í, at tað, at føroyingarnir stóðu sum ein maður í hesum mali hevur givið uppskotinum munandi meira tyngd.
- Eg rokni ikki við, at uppskotið hevði fingið hesa undirtøkuna, um HUXA einsamalt hevði lagt tað fram, sigur Linda Niclasen.
Nú uppskotið er samt í Ung Nordisk Råd, verður tað lagt fyri Norðurlandaráðið, sum hevur fund mitt í vikuni. Hvussu lagnan so verður har er sjálvandi ilt at siga, medn hugsast kann, at Norðurlandaráðið lurtar eftir tí, sum ungdómurin førir fram.
Tað vóru Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Áland og Føroyar, sum luttóku á fundinum, og bert Noreg var ímóti, meðan øll hini londini tóku undir við resolutiónini hjá føroyingunum.