Síðan Todi Jónsson leygardagin kunngjørdi, at FC Amager varð farið á húsagang, hava søgurnar verið fleiri um teir tríggjar føroyingarnar í felagnum. Men Páll Klettskarð, Hans Jørgensen og Erling Jacobsen, sum vóru sáttmálabundnir at FC Amager, verða ikki at síggja í føroysku fótbóltskappingini, sum fleiri gitingar vóru. Tað veit Norðlýsið at siga.
- Teir tríggir ganga í skúla í løtuni og skúlagongdin heldur fram sum vanligt, skrivar Norðlýsið, sum leggur afturat, at teir fáa møguleikan í øðrum feløgum í Keypmannahavn.