Tað er heilt avgerðandi, at føroyska vinnan verður latin fyri fólki, sum hava hegni, dirvi og góð hugskot.
Tað heldur Rói Egholm, fiskaseljari.
Á Flokstingi hjá Tjóðveldi um vikuskiftið, ávaraði hann staðiliga ímóti støðuni, sum hevur føroyskt vinnulív er í.
- Í dag er støðan er tann, at einstaklingar hava fingið einkarætt til at fiska og ala.
- Tað merkir, at ongin hevur nakran møguleika at sleppa framat, sama hvussu gott hugskotið, ella hvussu gott hegnið er.
- Skal ein privatur borgari í Føroyum í dag upp í fiskivinnuna ella alivinnuna, noyðist hann at biðja aðrar privatar borgarar lova sær upp í.
- Og nú er tað ikki so frægt sum nóg mikið at fara til Klaksvíkar ella onkustaðir inn í Eysturoy at spyrja. Nú er neyðugt at banka uppcá hjá einum borgara í Niðurlondum og Íslandi og aðrastaðni, har veruligi ræðisrætturin yvir nógvum føroyskum vinnutólum liggur.
Rói Egholm samanber hetta vit alla aðra vinnu.
Er onkur føroyingur, sum ætlar sær upp í byggivinnuna, fer hann bara upp í og fær høvi at royna seg, tí har er tað hegnið, sum ger av, hvør klárar seg.
Óhugsandi
Í Føroyum eru nógvir politikarar, sum rósa sær av, at alivinnan í Føroyu er ein sólskinssøga.
Rói Egholm er ikki samdur, hóast hann leggur dent á, at ongin kann seta spurnartekin við dugnasemið hjá teimum, sum virka í alivinnuni.
Men hann heldur, at tað veruliga er ein vandakós at geva einstøkum alarum einkarrætt til alla aling í Føroyum.
Tað merkir, at ongin hevur nakrantíð ein ærligan møguleika at sleppa upp í alivinnuna, uttan at ein av alarunum gevur grønt ljós.
Hann spyr um nakar kundi hugsað sær, at ein ávís donsk fyritøka fekk einkarrætt til eini 70% av allari danskari framleiðslu av svínakjøti???
Má latast upp
Rói Egholm staðfestir, at tað er alt avgerðandi at lata føroyska vinnu upp fyri teimum, sum hava hug at royna seg.
Hann vísir á royndirnar at skapa fólkavøkstur í landinum.
- Men hvat skulu hesi fólkini gera, tey sleppa ikki upp í vinnuna, staðfestir Rói Egholm.
- Tey sleppa ikki upp í privatu vinnuna, tí har sleppur eingin framat. Tískil enda tey í eini uppblástari almennari fyrisiting.
Hann sigur, at tískil er tað alfa og omega at vinnan verður latin upp, so at tey góðu hugskot, fólk við hegni hava, kunnu verða roynd í verki.
- So hevur tað minni at siga um tað eitur uppboðssøla ella fiskidagamarknaður, ella, hvussu tað eitur, leggur hann afturat.
Hann skilir ikki, hví so nógv í vinnuni, eisini fiskimenn, ræðast tilfeingisgjald so illa.
Hann vísur á, at tað er rættiliga nógv tilfeingisgjald í føroysku fiskivinnuni.
Hann sipar til øll tey skip, sum eru seld fyri ovurprís.
- Eitt er, hvat skipið er vert. Men tann ovurprísur, sum verður goldin fyri skipið, er tað, sum mett verður, at fiskiloyvið er vert –og tað er ikki annað tilfeingisgjald, sigur hann.