Nú verða triðja ferðin, møguliga fjórða ferðin við fyrireikað, tað velst um pengarnir røkka til, tí slíkar ferðir kosta nakað.
Triðja ferðin verður nú. Vit fara hósdagin 2. nov. við tveimum bussum. Vit hava nóg mikið av klæðum og øðrum at hava við, ja, vit hava fingið upp í elfiri bussar. Veturin stendur fyri durum, og tá verður kalt hjá familjunum, sum ikki eiga fyri brenni. Har kann verða kalt um veturin, ja, tað kann frysta niður í 35 kuldastig. Tí hava vit serliga hugsað um børnini hesaferð, at hava heit og fjálg klæðir og skógvar við til teirra.
»Tit kunnu ikki hjálpa øllum í Rumenia«, segði ein við meg, tá ið eg var í Rumenia fyrstu ferð. Satt er tað, men vit kunnu hjálpa nøkrum. Eitt jødiskt orðatak sigur, at tann, ið bjargar einum menniskja, hevur bjargað øllum heiminum. So vit vilja halda á við at hjálpa eftir førimuni. Nakað av peningi hava vit havt við okkum. Ikki geva vit hann burtur, men keypa til teirra, sum treingja; tað er bíligt at keypa har niðri. So onkrum keypa vit mat og øðrum brenni. Hetta kemur sera væl við hjá teimum, sum lítið eiga. Eisini tey ungu, sum ganga á universitetinum biðja um hjálp. Tað kostar teimum 2.500 kr. at ganga har í tvey ár.
Um tú vilt stuðla hesum arbeiði við nøkrum krónum, ert tú vælkomin at seta peningin á konto nr. 1017602 við Abralon Matras og Kalla Váðklett í Norðoya Sparikassa. Vit takka hjartaliga fyri ta hjálp vit fáa.
Vit arbeiða saman við samkomuni Imanuel í Tórshavn.
Eisini vil eg her nýta høvi at takka »Smyril Line« fyri beinasemi í sambandi við flutning millum Føroyar og Danmark.
Vinarliga f. Rumeniahjálpina
Absalon Matras